Avlýsir fjúrtan konsertir

Vil sleppa taka sær av løttum og koyra motorsúkklu

Kanadiski sangarin, Justin Bieber, skuffaði í gjár nógvar fjepparar, tá hann boðaði frá, at hann hevur avlýst restina av Purpose World konsertferðina hjá sær. Heilt ítøkiligt merkir tað, at fjúrtan konsertir í Asia og Norðuramerika næstu tríggjar mánaðirnar verða avlýstar.


- Vegna óvæntaðar umstøður avlýsir Justin Bieber restina av Purpose World konsertferðini. Justin elskar sínar fjepparar, og hatar at skuffa teir, bar til at lesa á heimasíðuni og Facebook vanganum hjá sangaranum í gjár.


Purpose World konsertferðin byrjaði 9. mars 2016 í amerikanska býnum Seattle og hevur sangarin síðan í seks umførum havt 150 framførslur kring heimin.


Sangarin viðmerkti sjálvur ikki avgerðina í gjár, men í dag hevur TMZ langt út eitt sjónband við kenda sangaranum.


- Alt er fínt. Konsertferðin hevur vart í tvey ár. Nú gleði eg meg at taka mær av løttum og koyra motorsúkklu, sigur Justin Bieber í sjónbandinum, ið eisini hevði eina heilsan til sínar fjepparar.


- Eg elski tykkum, og haldi tit eru fantastisk. Orsaka at eg havi skuffað tykkum, men tað var als ikki meiningin, sigur hann.