Avlýsa fyrsta túrin í morgin

Strandfaraskip Landsins skriva í tíðindaskrivi, at Smyril ikki loysir aftur, fyrr enn Skipaeftirlitið, Klassin og serfrøðingar hava kannað skipið Á ferð síni úr Havn suður á Tvøroyri fekk strandfaraskipið Smyril ein tekniskan trupulleika. Umborð vóru 56 ferðafólk, og manningin taldi 25 fólk.

Smyril var staddur eystur úr Nípuni, tá skipið umleið klokkan 20 boðaði vakthavandi hjá Strandfaraskipum Landsins frá tilburðinum. Vakthavandi boðaði MRCC Tórshavn frá beinanvegin.

- Í stuttum var trupulleiki við sonevnda stigninginum á skrúvunum, ið ikki góvu ynsktu framdriftina. Beinanvegin varð syrgt fyri at fáa stigningin á skrúvunum í rættlag aftur. Hetta tók umleið 15 minuttir. Síðani var aftur framdrift, og Smyril sigli nakað eystureftir, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Smyril kom á Tvøroyri klokkan 21.30, og har verður hann liggjandi fyribils. Avgerð er tikin um, at skipið skal kannast í morgin, tá umboð fyri Skipaeftirlitið, Klassan og serfrøðingar fara umborð at gera kanningar. Umboð fyri Vinnumálaráðið verða eisini til staðar.

Hetta merkir samstundis, at ætlaði túrurin av Tvøroyri til Havnar mikumorgunin klokkan 6.00 er avlýstur.