Tann serliga kanningarnevndin, sum skal royna at staðfesta, hvør gav blaðnum B.T. loyniligar upplýsingar um skattaviðurskiftini hjá Helle Thorning-Schmidt og manni hennara, Stephen Kinnock, og um onkur royndi at ávirka málið politiskt, fór í morgun undir tær fyrstu avhoyringarnar.
Tey bæði fyrstu vitnini í morgun eru Jan Kjærgaard, blaðmaður á Ekstrablaðnum, og blaðstjóri hansara, Poul Madsen (myndin). Teir verða avhoyrdir í sambandi við, at Ekstrablaðið skrivaði, at Peter Arnfeldt, spunamaður hjá táverandi skattamálaráðharranum Troels Lund Poulsen, hevði bjóðað blaðnum loyniligar upplýsingar um skattaviðurskiftini hjá Thorning-Schmift og manninum.
Áðrenn hann fór inn í rættin í morgun, segði Poul Madsen, at blaðið hevur ikki ljóðupptøku av tilboðnum frá spunamanninum.
-Men vit hava so mangt annað, og vit høvdu ikki skrivað hatta, um vit ikki kunna prógva tað, segði blaðstjórin.
Kanningarnevndin skal avhoyra 43 vitni teir næstu seks mánaðirnar. Í morgin skal Peter Arnfeldt avhoyrast.