Avhøvda Framtaksgrunnin, so er Suðuroyggin bjargað

Finnleif Guttesen

Hetta er niðurlagi, tá ið tú hoyrir løgtingsmenn og onnur úttala seg um tað stóra arbeiðsloysi í Suðuroy

Hví rópa teir ikki fyrr enn nú?
Veruleikin er tann, at løgtingsmenn úr Suðuroy vilja finna ein synda-bukk fyri at fjala yvir, at teir hava ikki rætt hond frá síðu tey seinastu 12 árini, fyri at fáa nýggj arbeiðspláss til Suður-oynna og harvið steðga fólka- fráflytingini.
Støðan í dag er einki eindømi, hetta hevur verið gongdin tey seinastu 12 árini og tá ið onkur ljósglotti hevur verði við arbeiði, ja, so hevur tað verði, sum Kristian Matras Krist-iansen skrivar í Sosialinum. Tað er sum at míga í brøkurnar, tað vermir eina løtu, men tá ylurin er kólnaður, byrja beinini at frysta hvaðna verri.

Dirvi og vilji manglar
Tað er bert ein sjónleikur fyri veljarunum, nú løgtingsmenninir rópa upp, tí higartil hava teir ikki haft dirvi ella vilja til at gjørt nakað, og tað er uttan mun til politiskan lit. Tað er ikki nýtt ferðamannaskip, keiðir ella tunlar, sum geva varandi arbeiðspláss.
Teir brúka undanførslur, so sum at spyrja kommunur um, hvar skúlar, sum landið hevur alla ábyrgd av, skulu byggjast. Hetta blívur bert gjørt fyri at gruggað og útseta mál, sum teir ikki hava dirvi til at taka avgerðir í.

Hvat vilja suðuroyingar?
Hendan spurningin skuldu tingmenn, kommunalpolitikarar og onnur, serliga á Tvøroyri og í Vági, spurt seg sjálvan um.
Vilja teir halda fram við, at oyggin skal verða sum Kypern, deild sundur í tvey, ja, so koma vit ikki víðari, og sum eg havi sanna, so sleppa vit ikki undan hesari tankagongd í bræði, serliga í Vági og á Tvøroyri.
So, um verandi samgonga meinar nakað sum helst við at stuðla Suðuroynni, so leggja teir alt alment byggjarí í Hov`s dali, tað verið seg:
?Studentaskúli
?Almenna og
Heilsuskúla
?Sjúkrasysturskúla
?Næmingaheim
?Heilsufrøðiliga
starvstovuna
?Strandferðsluna

Kypern syndromi
Tað kann væl ikki verða nakar ivi um, at allar kommunur við einari lagaligari fígging taka undir við, at eitt nýt ellisheim verður bygt í Vági, til frama fyri okkara eldru og fyri nýggj arbeiðspláss í Suðuroy.-
Ella er "Kypern syndromi" so sterkt, at einki kemur burturúr?
Livst so spyrst.