Avgerðin um at stilla upp til býráðsvalið hin 8 november er nú tikin. Eg stilli upp saman við 14 øðrum sterkum valevnum á Fólkaflokslistanum, sum hava bjóðað seg fram til at føra ein skilagóðan og ábyrgdarfullan politikk tey komandi 4 árini.
Nei til dubultmandat
Mina støðu til at sita í fleiri politiskum sessum í senn kenna tey flestu. Undirritaða hevur enntá lagt uppskot fram á Løgtingi um, at fulltíðarsettir borgarstjórar ikki kunnu sita bæði í Løgtinginum og sum borgarstjórar samstundis. Tíverri vann hetta uppskotið ikki frama. Eftir minum tykki er tað trupult at tæna tveimum Harrum í senn, og tað er trupult at fáa gjøgnumskygni í tær politisku avgerðirnar, tá ein og sami persónur situr í tveimum ella fleiri politiskum sessum. Hesa støðu haldi eg fast um, um verði eg vald, so má annar sessurin víkja.
Sum støðan er í dag havi eg ongan nevndarsess í Løgtinginum. Í farnu viku forðaði samgongan mær og Fólkaflokkinum í at gera eina innanhýsis flytning í uttanlandsnevndini. Tá eg nú verði sýtt fyri at gera mítt parlamentariska arbeiði í Løgtinginum, síggi eg ikki nakað skeivt í at stuðla mínum flokki til býráðsvalið, tá boð eru eftir mær. Tískil fari eg av øllum alvi at stíðast fyri, at Fólkaflokkurin í Havn vinnur 3 býráðslimin. Seinast manglaðu bert fáa atkvøður í.
Royndir í kommunalum viðurskiftum
Eg havi eitt gott innlit í kommunal viðurskifti. Ì 2004 varð eg vald í Tórshavnar býrað og sat í býráðnum fram til 2008, tá eg segði sessin frá mær, tí eg varð vald í Løgtingið. Tíðarskeiðið sum býráðslimur var ógvuliga læruríkt og kom væl við, tá eg í tveimum umførum havi havt ábyrgd av kommunumálum í landsstýrinum í tíðarskeiðinum 2008-2011 og frá 2013-2015.
Politikk fram um persónar
Fleiri valevni hava í seinastuni boðað frá, at tey stilla upp til tess at gerast borgarstjóri. Fyri okkum í Fólkaflokkinum snýr tað sum politikk fram um persónlig áhugamál. Vit vilja stríðast fyri okkara sjónarmiðum og at okkara politikkur verður førdur tey komandi 4 árini, og sjálvsagt fara vit eftir at taka yvir leiðsluna í Tórshavnar kommunu. Komandi týsdag kl 9.30 verður almennur tíðdinafundur um okkara valskrá, ein politikk, ið ber brá av fíggjarligum gjøgnumskygni og opinleika, vinnuligum atliti og røkt til okkara eldri borgarar.
Annika Olsen
Fólkaflokkurin