Avgerðin liggur hjá aðalfundinum

Nú er tað upp til eykaaðalfundin, sum lýstur er, um Smyril Line fær meira pening, sigur nevndarformaðurin

Tað er tungt, men tað gongur rætta vegin, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line, um arbeiðið við at fáa til vega tann pening, sum fíggjarstovnarnir krevja av Smyril Line.
Hetlendingar hava sett góðar 30 milliónir krónur í felagið, og nú er tað so upp til eykaðalfundin hjá Smyril Line at gera av, um partaeigararnir í Føroyum og Íslandi eisini fara at seta einar 30 milliðónir av nýggjum partapeningi í felagið, sigur nevndarformaðurin.
Hann sigur, at viðurskiftini við fíggingarstovnarnar sum so eru komin upp á pláss. Men enn er einki endaligt undirskrivað, sigur hann.
Um Norrøna fer at sigla aðrastaðni restina av vetrinum, velst um, um Smyril Line fær annað skip at røkja rutusiglingina norðanfyri, til Norröna fer aftur í summarsigling. Men tað er nógv, sum bendir á at Norröna fer aðrastaðni at sigla í Vetur, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður.