Avgerðin kann fella í Fuglafirði

Um ÍF einki fær burturúr í dag fara fuglfirðingar ivaleyst at enda aftastir

Tey bæði liðini, sum eru á aftastu plássunum, hittast í dag í Fuglafirði. ÍF er aftast við seks stigum, og EB/Streymur er næstaftast við níggju stigum. Felags fyri liðini er, at tey ikki hava vunnið síðani í apríl.

Tað tykist greitt, at í mesta lagi eitt lið flytur niður. Um ÍF ikki vinnur stig í dag, so fer tað at síggja svart út hjá fuglfirðingum, sum fara at hava ilt við at sleppa av aftasta plássi.

ÍF hevur bara vunnið ein dyst higartil í ár. Tað var 29. apríl, tá ið tað eydnaðist ÍF at vinna 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Tá ið liðini hittust aftur 23. juni – tað var eisini á Mølini – endaði tað við málleysum javnleiki.

EB/Streymur hevur vunnið tveir dystir higartil í ár. Tann fyrri var á summarmála, tá ið tað endaði við 5-1 heimasigri ímóti AB, og tann seinni var fýra dagar seinni – 18. apríl – tá ið EB/Streymur vann 2-1 á Skála.  

Hjá ÍF eru Gundur E. Petersen, Høgni Zachariasen og Jóhan Petersen tøkir aftur, eftir at teir hava verið skaddir.

Hjá EB/Streymi er Arnbjørn Hansen aftur í dag á listanum, og tað er ivasamt, um Sveinur Lava Olsen er førur fyri at spæla. Hann hevur verið skaddur, síðani hann í summar flutti úr B36 og til EB/Streym. Andras Olsen, Jóhannes Hansen og Leif Niclasen eru langtíðarskaddir.