Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur við Portalin, at avgreiða verður fingin á politisku støðuni um einar tveir tímar.
Samgongan hevur nú fundast við Sjálvstýrisflokkin síðan klokkan 10 í morgun. Fyrst var fundur millum Landsstýrið og Sjálvstýrisflokkin, og aftaná eina tíma ella so, komu formenninir í tingbólkunum, John Johannesen og Bergtóra Høgnadóttir, eisini á fundin í Tinganesi.
Fyri løtu síðani fortaldi løgmaður fyri Portalinum og Sosialinum, at vit kunnu rokna við einari niðurstøðu um umleið tveir tímar. Tá skuldu partarnir verið lidnir at fundast og ein skrivlig avtala helst undirskrivað.
Løgmaður fortaldi eisini, at tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum skal á fund klokkan 15, og sambært Bergtóru Høgnadóttir, forkvinnu í tingbólki tjóðveldisins, skulu tey eisini hittast tá.
? Vit rokna við at hava nakað nýtt um einar tveir tímar, sigur løgmaður við Portalin.