Klassiskar tónleikaperlur er ein áhugaverd fløga ? ikki minst fyri tey, sum ikki vanliga ganga til klassiskar konsertir, men sum tó dáma undirhaldandi klassiskar tónar. Fyri stuttum kom út fløga hjá Moniku Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á klaveri. Hetta er ein fløga, sum fer víðari enn tað, vit vanliga kenna við klassiskum løgum og tónleiki.
Fyrsta lagið á fløguni kenna øll. Tað er Ave Maria, sum eitt nú verður nógv spæl um jólini ? í ymiskum útgávum.
Næstu stykkini eru russisk sigoynaraløg, og annars eru løgini ymisk ? og úr ymiskum londum.
Bæði Monika og Birgitte eru royndar í leikum á sínum ljóðførum og tey, sum hava hoyrt Moniku spæla kring landið í ymiskum sambandi, kenna eisini ymiskt aftur á fløguni av tí, hon hevur spælt til hesi høvi.
Klassiskar tónleikaperlur er ein áhugaverd fløga ? ikki minst fyri tey, sum ikki vanliga ganga til klassiskar konsertir, men sum tó dáma undirhaldandi klassiskar tónar.
Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg vísa á, at í klassiskum tónleiki eru mangar perlur, sum kunnu siga okkum nakað serstakt í ávísum løtum í lívinum.
- Yndi og dýpi í hesum tónleiki ger, at hann á serstakan hátt nemir við okkara kenslur. Burtur úr slíkum perlum úr fleiri londum og við ymiskari bakgrund, hava vit gjørt eitt perluband, sum vit vóna, at fólk kunnu fáa gleði av.
Tað er Tutl, sum stendur fyri útgávuni, og Klassiskar tónleikaperlur kann keypast ella bíleggjast í Tutl Fløguhandlinum á tlf. 314504.