Avbjóðingin hjá ÍF er ógvuliga stór

Nýggjur álopsspælari royndarvenur í Fuglafirði, men enn er eingin avgerð tikin um, hvussu tað fer at verða við honum


Fuglfirðingar fáa sína søk fyri í fyrstu umførunum. Teir hava spælt móti HB og B36, og í morgin skulu teir norður á Mølina at takast við EB/Streym, sum eigur at vera tilvitað um at fáa bæði beinini niður aftur á jørðina eftir søguliga sigurin á HB í Gundadali. Tað var í Gundadali, at ÍF í fyrsta umfarinum tapti 5-1!
                      Í Fuglafirði halda teir, at hugburðurin var væl betri móti B36, enn hann var í fyrsta umfarinum. Freistingin er kanska at skifta nógv út, men tað ætla teir ikki. Fleiri spælarar eru komnir til felagið fyri stuttum, og tað ræður um at spæla teir saman. Allir eru tøkir. Tað kann tó hugsast, at Bartal Eliasen, sum var í álopinum móti B36, verður fluttur aftur í miðverjuna í morgin.
                      Erik Ernesto Nielsen er nýtt navn í Fuglafirði. Hann er lítlibeiggi hjá Gunnari Nielsen, sum í fjør var í Fuglafirði. Hesin Erik kom til Fuglafirðar í gjár. Hann er álopsspælari, sum nú skal vigast. Hann vandi fyrstu ferð týskvøldið. Tað fara at ganga nakrir dagar og kanska vikur, áðrenn hesin álopsspælarin møguliga fer at spæla við ÍF.
                      Áki Petersen og Jonn Thomsen eru skaddir. Tað er rættuliga ivasamt, nær Jonn verður tøkur aftur.
                      Á Mølini er lagið gott. Allir teir, sum spældu móti HB, eru tøkir. Einasta ivamálið er málverjin René Tórgarð. Hann vandi ikki týskvøldið, tí hann var sjúkur. Um hann ikki verður tøkur í morgin, so fer Gunnar á Steig at verja EB/Streyma málið.
                      Knút Vesturtún og Fróði Clementsen vóru ikki við í Gundadali orsaka av skaðum. Teir vera heldur ikki við móti ÍF, sum teir í EB/Streymi siga seg avgjørt ikki at undirmeta.