Hann er brostin á við kavaroki í ávísum pørtum í landinum, og Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tað kavar øgiliga illa.
Tìskil eru koyrilíkindini so ring, at hann mælir fólki frá at fara í bil í teimum plássunum, har tað stendur á.
Hann sigur, at tað eru avbera vánalig koyrilíkindi á Vestmannavegnum, á Eiðisvegnum og Millum Fjarða. Tað ery eisini sera ring koyrilíkindi á Tjørnuvíkarvegnum, á Elduvíkarvegunum og á Funningsfjarðarvegnum.
Sanstundis er tað ikki koyrandi á Saksunarvegnum og Gjáarvegurin er stongdur fyri í kvøld.
Tað er sostatt í Streymoynni, í Eysturoy og í Vágum, at tað stendur á, men aðrastaðni eru ongar ávarðingar um koyrilíkindi.