Tað er ikki rætt, at lata Strandferðsluna á ein ótryggan privatan marknað, har áhugamálið er vinningur.
Tað staðfestir Útoyggjafelagið enn einaferð í morgun.
Í dag fer løgtingið endaliga at samtykkja, at rutusigling hjá Strandferðsluni kann verða latin privatum at røkja.
Útoyggjafelagið hevur áður staðiliga ávarað ímóti at útveita sigling hjá Strandferðsluni.
Og felagið endurtekur ávaringina í morgun, nú beint áðrenn tað, uttan iva, verður endaliga samtykt.
- Tað er ikki rætt, at lata eina so grundleggjandi tænastu, sum Strandferðsluna, fara út á ein ótryggan privatan marknað, har áhugamálið er vinningur, sigur Útoyggjafelagið í morgun.
Les eisini: Rok um Strandferðsluna í Løgtinginum
Umframt ávaringina, hava eisini yvir 200 útoyggjafólk skrivað undir eina áheitan á politiska myndugleikan um at sleppa ætlanini.
Men tað hevur alt verið til fánýtis, staðfestir Útoyggjafelagið.
Útoyggjafelagið ger púra greitt, at hetta snýr seg ikki um, hvørjar privatar fyritøkur fáa siglingina. Hetta snýr seg eina og aleina um prinsipp, sigur felagið.
Útoyggjafelagið sigur, at tær royndir eru gjørdar á økinum, eru ikki góðar.
Í hesum sambandi vísir felagið til Farmaleiðir, og Mykinesleiðina, sum vórðu latin privatum at reka .
- Tað er ov stirvi og ov dýrt, og tað virkar ikki eftir somu treytum, sum tær almennu leiðirnar, eitt nú er tað truplari og kostnaðarmiklari at gera eykatúrar.
- Útoyggjafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at ongar kanningar og grundgevingar fyri at gera hetta stóra inntriv í tryggleikan og trivnaðin á útoyggj.
- Heldur enn at skapa ótryggleika, ótta og ógreið viðurskifti, eiga landsstýrið og løgting heldur at skapa góðar fyritreytir fyri útoyggjarnar at mennast og virka, og tað verður ikki gjørt við at útveita, og avtaka flutningsskylduna, sigur Útoyggjafelagið.










