Nú ber til hjá teimum sum sita í koyristóli at ringja eftir einum hýruvogni, nær tað skal vera. Bilstøðin Auto í Havn hevur fingið ein nýggjan hýruvogn til endamálið.
Tað er Eyðbjartur Danielsen sum eigur bilin. Talan er um ein Toyota Hiace til 8 ferðandi við lyftu til koyristól ella barnavogn. Ein barnavognur kann koyrast inn í bilin uttan at takast sundur. Bilurin kann eisini brákast til onnur endamál
Bilurin skrásettur sum hýruvognur ? ikki sum minibussur.
Auto hevur nú hýruvognar til 4, 6, ella 8 ferðandi.









