- Har ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp, men tú veitst ikki, hvat goymir seg aftan fyri nýggju hurðina.
Soleiðis tekur Auðunn Konráðsson til, sum áður var við Sjúrðarbergi hjá JFK-Troli, sum fyri eini tíð síðan varð seldur av landinum. Tað er sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum hevur skift orð við mannin, sum nú siglir við Borgaranum.
- Ja, eg var við til at sigla Sjúrðarberg til Noregs, har eg var við til at “avreiða” mítt gamla arbeiðspláss gjøgnum fleiri ár til russarar, sum keyptu trolaran.
Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini sigur Auðunn Konráðsson, at hann var bara arbeiðsleysur í fýra tímar, tá teir ringdu frá ísfiskatrolaranum Baki og spurdu, um hann kundi koma við.
- Eg var so við har í fimm túrar, og mær dámdi væl, tá eg fekk bjóðað hýru við Borgaranum, sum eg sjálvandi ikki kundi takka nei til.
Hann sigur, at JFK hevur roynt at skaffa so mongum monnum av Sjúrðarbergi hýru í reiðarínum sum gjørligt, og tað skulu teir hava bæði rós og takk fyri.
- Hetta er eitt gott skip við góðari hýru, men Sjúrðarberg var eisini eitt gott skip við eini góðari ella betri hýru. Haraftrat var manningin sum ein stór og góð familja, ið nú er spjadd í ymiskar ættir.
Auðunn Konradsson heldur, at teir flestu, sum vóru við Sjúrðarbergi, hava fingið hýru aftur, og onkur arbeiðir uppi á landi. Men, “aktivi” Sjúrðarberg er tó burtur, leggur hann aftrat.
Hóast Auðunn Konráðsson er ein garvaður sjómaður, so er tað fyrstu ferð, hann er við uppsjóvrskipi. Hann trívist væl umborð, hóast uppsjóvartrolini ikki eru løtt at fáa skil á, sum hann skemtandi tekur til.
Borgarin landaði í gjár stívliga 1100 tons av stórari sild til Kollafjørð Pelagic.










