Áttu at fingið meira burtur úr gestunum

- Eg haldi, at toskur av Føroyabanka hevði verið eitt ótrúligt "brand" hjá Føroyum, sigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður og borgarstjóri.

Ert tú spentur til sólarmyrkingina?

 

- Ja, sjálvandi eri eg tað.

 

Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?

 

- Eg fari at verða við hús, saman við konu og børnum og møguliga foreldrunum eisini.

 

Tað sigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður og borgarstjóri í Sands kommunu.

 

Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?

 

- Hetta er eitt sjáldsamt fyribrigdi, so tað sigur seg sjálvt, at nógv fólk kemur higar at uppliva sólarmyrkingina. Eg haldi tó, at vit áttu at fingið meiri burtur úr útlendsku gestunum.

 

Brandur heldur, at eitt nú átti Mortan í Hamrabyrgi at sloppið at ført út í lívið sína verkætlan, har hann saman við øðrum ætlaði at servera Føroyabanka-tosk fyri útlendsku gestunum.

 

- Men, henda verkætlan varð avhøvdað av Havstovuni, sum ikki vildi lata nakran seta nakrar húkar á Bankanum. Eg haldi, at hetta hevði verið eitt ótrúligt "brand" fyri Føroyar í ferðavinnuhøpi. Men, sum ikki einaferð, løgdu myndugleikarnir sína køvandi akademisku hond yvir framfýsni í vinnuni.

 

Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?

 

- Eg havi foreldur, sum vóru ung, tá seinasta sólarmyrkingin var. Tá eg hugsi um, at næsta fulla sólarmyrking verður aftur um góð 500 ár, má eg siga, at vit eru heppin at uppliva slíkt fyribrigdi - og kanska fer Havstovan tá at loyva veiði eftir nøkrum toskum á  Føroyabanka, sigur Brandur Sandoy.