Átti son á veg suður til Havnar

Norðlýsið veit á heimasíðu síni at siga um klaksvíkskonu, sum á veg til Havnar átti son.

Norðlýsið skrivar, at tað var mikunáttina klokkan 03.00, at klaksvíkskonan fekk verkir. Hon fekk systir sína at koyra seg, men við Áir klárðaði hon ikki at standa ímóti, og átti sonin, sum er væl fyri. Sjúkrabilur var tá komin ímóti teimum.

Í Leirvík hevði konan ilt við at standa ímóti, men jarðamóðurin í telefonini bað hana royna sum longst. Men tá tær møtti sjúkrabilinum við Áir gekk ikki longur, og hon átti.

Sonurin vigaði 9 pund og var 52 cm til longdar.

Mamma og sonur hava tað gott, og fegnast um, at alt spældi væl av, skrivar Norðlýsið.