##med2##
Víkingur er í finaluni um løgmanssteypið á áttanda sinni síðani GÍ og LÍF løgdu saman og blivu Víkingur, og tað kann ein bara ynska eystanbúgvum tillukku við.
Finaluplássið bleiv tryggjað móti B36 við einum 2-1 sigri aftaná eitt gott avrik hjá monnunum úr Eysturkommunu. Tað gjørdi ikki arbeiðsbyrðina hjá B36 lættari, at málverjin, Símun Rógvi Hansen var rikin av vølli aftaná at hava tikið bóltin uttanfyri brotsteigin tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Víkingur – B36 2-1 (1-1)
0-1: Alex Mellemgaard br. (22.)
1-1: Jákup Johansen (25.)
2-1: Ari Olsen (67.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við roynda liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen sum serliga fegnast um hvussu ungu spælararnir hjá Víkingi traðkaðu í karakter í dag. Atli minnir á, at í Víkingi byggja teir upp, og tí er tað stuttligt hjá teimum ungu spælarunum hjá Víkingi at sleppa at royna seg í einari steypafinalu. Atli hevur onga preferansu um hann vil møta HB ella NSÍ í finaluni. Hann er bara fegin um, at Víkingur er í finaluni.
HER ber til at hoyra hvussu Símun Rógvi Hansen fekk tað reyða kortið. Hoyr eisini samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík og hoyr Teitur Joensen taka samanum dystin.