Atli Gregersen á besta liðnum í Randers

Fekk rós frá venjaranum, tá hann leygardagin í Brønshøj fyri fyrstu ferð royndi seg í næstbestu deildini


 

Útisetar


Ein føroyingur afturat tykist ætla at gera um seg í donskum fótbólti. Talan er um átjan ára gamla Atla Gregersen. Hann hevur tey bæði seinastu árini vant í Randers, og leygardagin fekk hann fyri fyrstu ferð møguleikan á besta liðnum hjá Randers Freja.

Randers liðið, sum er í næstbestu deildini, vitjaði í Brønshøj í Keypmannahavn, og Atli Gregersen kom á vøllin, tá seinna umfarið var gott og væl hálvrunnið. Tá var støðan 1?0 til heimaliðið, sum endaði omaná við 3?0 sigri. Brønshøj telist millum liðini í næstbestu deildini, sum úrslitaliga hevur havt mesta undanvindin nógvu tey seinastu umførini.

Atli Gregersen er verjuspælari. Ta løtuna hann var á vøllinum fóru tvey mál ígjøgnum, og tí kann tað kanska tykjast, sum um hann ikki var við til at gera støðuna betur, eftir at hann var komin á vøllin.

Men tað helt lokala blaðið í Randers ikki í sunnudagsútgávuni:

? Ungi føroyingurin var ein av teimum heilt fáu, sum kundi vera nøgdur við hugburðin og avrikið, staðfesti tíðindamaðurin, sum hevði verið við sínum býarliði í Keypmannahavn.

Seinnapartin av seinna umfarinum hevði Randers Freja nógv fólk frammi á vøllinum, tá teir royndu at javna. Stutt eftir at Atli Gregersen var komin á vøllin, hevði hann eftir hornaspark góða skotroynd, sum fór dygst skeivu megin stólpan.


Vilja frameftir

Atli Gregersen traðkaði fyrstu fótbóltsskógvarnar í B36. Fyri nøkrum árum síðani flutti hann saman við foreldrunum niður á Bornholm. Nú gongur hann annað árið á handils studentaskúla í Grenå, har serligur dentur verður lagdur á ítrótt og hjá Atla fótbólt. Ábyrgdina fyri fótbóltsvenjingini á skúlanum hevur Kent Nielsen, sum er uppvaksin í Brønshøj, og sum fyri tíggju árum síðani var ein av stuðlunum í miðverjuni á landsliðnum.

Teinurin úr Grenå og til Randers er 55 kilometrar, og hjá Atla Gregersen fer tað dagliga við rúmari tíð at koyra aftur og fram í bussi. Men hugurin til fótbóltin hjá 194 centimetra høga unga manninum er góður, og leygardagin fekk hann fyrstu rættuligu ábendingina um, at tað fer kanska at spyrjast nakað burturúr.

Atli Gregersen vil fegin gera nógv við fótbóltin. Tað vilja teir í Randers eisini. Krúnjydarnir, sum teir vanliga verða róptir, eru eitt sindur niðanfyri miðjuna í næstbestu deildini. Málið er at røkka bestu deildini. Tað gera teir neyvan í hesum kappingarárinum. Men tað er ikki ónhugsandi, at tað verður grundarlag fyri uppflyting seinni. Áhugin fyri fótbólti í Randers er stórur. Tað sást á áskoðaratalinum hjá Randers Freja á heimavølli. Har møta fleiri upp, enn tað gera í flestu øðrum feløgunum í 1. deild.

Vánirnar fyri framgongd og harvið uppflyting eru altíð tengdar at fíggjarliga grundarlagnum. Tølini á niðastu regluni eru sum oftast reyð hjá fótbóltsfeløgunum í Danmark. Í Randers Freja kenna teir nógv til hetta. Fyri nøkrum árum síðani fór peningafótbólturin í býnum á húsagang. Nú hevur Randers Freja strítt seg aftur í næstbestu deildina.

Men teir hava ikki spent fíggjarliga bogan serliga høgt. Fyri stuttum varð roknskapurin fyri síðsta fíggjarár almannakunngjørdur. Tað varð nógv umrøtt í donskum fjølmiðlum, at felagið hevði eitt rættuliga fitt avlop. Hetta átti at givið felagnum og harvið eisini føroyska miðverjanum, Atla Gregersen, møguleikar fyri menning og framgongd.