Atli Dam farin

Maður kemur í mans stað, plaga vit at taka til. Óiva er tað soleiðis, men tá ið ein hevur fylgt við arbeiðnum hjá Atla á Realinum nú í fleiri ár, hevur tú ringt við at góðtaka, at nakar kann koma í hansara stað.

Hann var heilt ótrúliga arbeiðssamur. Tað var beinleiðis stuttligt at koma á nevdarfund í Realinum, og hoyra hann leggja mál fram, sum stjórnin skuldi taka støðu til. Hann var ikki tann, sum altíð hevði skrivað so nógv niður um einstøku málini, men vit hoyrdu altíð, at hann hevði kannað málini væl, og oftani hevði hann eisini havt ein dialog við umsøkjarnar.

Sjálvandi kundu vit ikki altíð fylgja honum, tí tað kom fyri, at vit hildu hann vera nakað optimistiskan, tá tað kom til veiðimøguleikar hjá ymsum skipabólkum, men hann fylgdi væl við, og hevði greiðar meiningar, um tað hann legði fram. Oftani var tað bæði stuttligt og hugaligt, um mann kann siga tað soleiðis, at vera ósamdur við hann, tí hann ikki bara var treiskur og vildi treyðugt broyta støðu, um tú ikki hevði klokkuklárar grundgevingar fyri, hví tú ikki kundi taka undir við hansara sjónarmiðum, men tá hann sá hann ikki kom longur í einum máli, so var skjótt semja um, at málið var endað, og so var tann ósemjan gloymd.

Tað kundi koma fyri, at hann í telefonsamrøðu kundi gerast heldur harðmáltur, um hann ikki fekk undirtøku beinanvegin fyri einum máli, sum hann vildi hava skjótt avgreitt. Her legði tú beinanvegin merki til, at Atli var menniskjaligur, vildi altíð finna eina loysn, um loysnin kundi hjálpa einum, sum var í minni ella størri trupulleikum. Hann royndi at finna loysnir langt út um tað, vit onnur hildu kundu lata seg gera. Ofta fann hann loysnirnar, og hetta var uttan mun til, um tað snúi seg um ein politiskan mótstøðumann ella partamann frá tíðini í politikki.

Her kann eg ikki lata vera við at nevna kreppuna fyrst í 90unum, hvar so gott sum øll tey bestu skipini vóru við at fara av landinum. Atli var beint frammanundan byrjaður aftur sum dagligur leiðari á Realinum, sum átti nógv av teimum skipum, sum endaðu á tvingsilssølu. Her galt um at finna keypara til skipini, sum Realurin fyri at tryggja sín ágóða var noyddur at yvirtaka, og Atli, ið frá síni tíð sum politikari, var ótrúliga væl inn í tingunum, kendi flestu skipaeigara, og visti hvørjar ráðiligt var at satsa upp á, legði seg í selarnar við tí úrsliti, at Realurin fekk hindra hópin av góðum skipum at fara av landinum. Skipaflotin kom fyri seg aftur, og Realurin misti ongan pening.

Eg ivist onga løtu í at siga, at sjálvt um øll stjórnin í Realinum tók undir við hansara innstillingum tá, so átti hann so gott sum alla æruna fyri at hetta eydnaðist so væl. Eg føli meg eisini vísan í, at allir skipaeigara, ið tá høvdu samband við Realin, eru samdir við mær í hesum.

Hvussu hann var at arbeiða saman við politisk, eru tað onnur, ið vita betur enn eg. Nú, tá eg kanska upp til mangan fleiri fer um vikuna var í samband við Atla, kundi eg ikki annað enn leggja merki til, at kreftirnar vóru ikki tað, tær høvdu verið. Bert einaferð havi eg spurt hann, hvussu tað føldist næstan einsamallur at fáa skyld fyri kreppuna í 90unum. Svarið var nakað soleiðis. Ja, tað sær út, sum eg havi verið einsamallur á politiska pallinum. Uttan iva kundi nógv verið gjørt betur, ella kanska verið ógjørt, men framburður hevur verið, og eg havi ongan persónligan vinning havt, onki er enda í mínum lummum, so í so máta er samvitskan góð.

Øll hann hevur samstarvað við á Realinum hesi árini føldu seg væl saman við honum. Hann var góður at samstarva við. Eitt, sum vit ikki kundu annað enn leggja merki til, var, at hann var ómetaliga familjukærur. Hann fyldi væl við allar familjuni, so vit ivast ikki í, at saknurin hjá tykkum verður stórur. Vit á Realinum bæði stjórn og starvsfólk koma at sakna hann nógv. Hóast heilsan var farin at bila, og tíðin sum aktivur á arbeiðsmarknaðinum var farin at styttast, so høvdu vit roknað við, at havt hann í arbeiðnum enn eina tíð, men so skuldi ikki verða.

Er okkara saknur stórur, so er hann enn størri hjá tykkum í familjuni, men eitt kunnu tit ugga tykkum við, og tað eru minnini um ein góðan mann og faðir. Nú hann er farin, livir minni eftir um ein persón, ið hevði virðing fyri øllum menniskjum, sum ikki gjørdi mun á høgum og lágum, og sum stríddist til tað ítasta fyri tí hann helt vera rætt.

Óli Heinesen