Nám hevur gjørt av at steðga við nógv umrødda atlasinum til tess at geva Málráðnum arbeiðsnáðir
Sama forlag gav fyri tjúgu árum síðani út fyrsta føroyska heimsatlas. Tann útgávan, Heimsatlas (1993), er seld í 11.000 eintøkum.
Undirvísingarliga hevur Nám leingi hildið, at bókin skuldu dagførast og víðkast. Meðan gamla atlasið taldi 98 blaðsíður, telur nýggja atlasið heilar 248 blaðsíður, sum er tað mesta á okkara leiðum.
Aftast í lidna atlasinun, á bls. 188-195, er eitt hagfrøðiligt yvirlit, har øll heimsins lond verða nevnd við flaggi, navni, høvuðsstaði og øðrum upplýsingum. Her ber til at síggja tey landanøvn, sum Nám hevur skotið upp fyri Málráðnum, ið hevur endaliga rættin at gera av, hvussu lond skulu eita og stavast.
Til tess at geva Málráðnum arbeiðsnáðir, fer Nám ikki bara at bíða við heimsatlassinum, men eisini við trimum nýggjum landafrøðibókum. Talan er um tríggjar bøkur í landafrøði til sjeynda, áttanda og níggjunda flokk, sum Nám hevur týtt og tillagað við støði í nýggjum útgávum hjá svenska forlagnum Natur & Kultur. Áður hevur Nám við hepni samstarvað við sama forlag um føroyskar bøkur til lærugreinina søgu í somu flokkum, skrivar Nám í dag.
Málið um stavseting og landa- og býarnøvn í nýggja atlasinum hevur verið nógv umrøtt í seinastuni og er nú eisini tikið upp í tingum við fyrispurningi frá Bjarna Djurholm og Henriki Old.
Meira kann lesast um Atlasi VIÐ AT TRÝSTA HER