Atlantsradio víðkar virskemið

Atlantsradio hevur keypt øll partabrøvini í íslendsku fjølmiðlafyritøkuni EHF

Atlantsradio hevur keypt øll partabrøvini í íslendsku fjølmiðlafyritøkuni EHF, sum rekur útvarpsstøðina Matthildur FM 88,5. Atlantsradio yvirtekur raksturin í íslendsku fyritøkuni frá í gjár av, og sáttmáli varð undirskrivaður í gjáramorgunin, verður sagt í tíðindaskrivi frá Matthildur FM 88,5.

Sagt verður eisini, at fyribilsstjóri í íslendsku fjølmiðlafyritøkuni er Lárus Arason, sum eisini er stjóri í Atlantsradio.


Nýggj útvarpsrás

? Atlantsradio er fyrsta handilsliga útvarpsstøðin í Føroyum og hevur fingið holla undirtøku, síðan rásin fór at senda tann 7. mai.

? Atlantsradio ætlar at lata eina nýggja útvarpsrás upp í Føroyum í ár og hevur eisini søkt um loyvi at senda sjónvarp, verður sagt í tíðindaskrivinum.