Privatisering
Nevndin í Atlantsflog hevur gjørt av, at 49 prosent av partapeninginum í føroyska flogfelagnum skulu bjóðast øðrum partaeigarum enn landskassanum.
Landskassin eigur í dag allan partapeningin í Atlantsflog, sum 75 milliónir krónur.
Í fyrstu atløgu er ætlanin, at landskassin framhaldandi skal sleppa at eiga hesar 75 milliónirnar í Atlantsflog. Ætlanin er nevniliga at hækka partapeningin í felagnum við privatum partabrøvum. Men nevnin í Atlantsflog sigur kortini í tíðindaskrivi, at tað kann koma upp á tal at selja burturav verandi partabrøvum.
Útlendskir eigarar
Nevndin í Atlantsflogi sigur í tíðindaskrivi, at møguleiki eisini verður fyri at bjóða einum altjóða flogfelag at ogna sær týðandi ognarlut av Atlantsflog.
? Hetta skal gerast við tí fyri eygað at fáa í lag strategiskt samstarv til fyrimuns fyri bæði feløgini, sigur Eyðfinnur Jacobsen, nevndarformaður í tíðindaskrivi.
Ætlanin um at privatisera part av Atlantsflog er góðkend av Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnu- og samferðslumálum.
Nevndin í Atlantsflog sigur, at tað tekur tíð at fremja eina privatiseringsætlan fyri Atlantsflog. Og tí roknar nevnin ikki við, at tað fer at bera til at bjóða viðskiftafólkum, starvsfólkum og íleggjarum at keypa partabrøv fyrr enn næsta ár.