Virðisbrøv
Í frágreiðingini til ársroknskapin hjá Atlantsflog fyri 2000 stendur, at nevnd felagsins hevur gjørt av at fara undir fyrireikingar til skráseting á einum komandi føroyskum virðisbrævamarknaði.
Magni Arge, stjóri, sigur í viðmerking til hetta, at enn er langt eftir á mál í hesum fyrireikingum.
- Vit hava als ikki sett okkum nakað mál fyri, nær hetta arbeiði skal verða liðugt. Hetta er eitt arbeiði, sum skal gerast ordiliga, og tí er umráðandi, at vit lata hetta taka ta tíð, sum tað krevur. Tað ringasta, sum vit kunnu gera, er at skunda málið ígjøgnum, tí tá kann tað gera størri skaða enn gagn.
Magni Arge sigur annars, at eitt av endamálunum við eini skráseting á einum partabrævamarknaði, er at felagið tá hevur møguleika at styrkja um kapitalgrundarlagið. Eitt nú í samband við eini endurnýggjan. Tá er tað av alstórum týdningi, at samsvar er ímillum fíggjarligu orku felagsins, lánibyrðu og eginfígging av møguligum nýíløgum.
Positivan eginpening
Roknskapur felagsins fyri 2000 er annars hin fyrsti, har samlaði eginpeningurin er størri enn nominelli partapeningurin. Mett hevur verið, at hetta er ein avgerandi fortreyt fyri eini møguligari skráseting á partabrævamarknaði, men enn tykist als ikki at vera nakað tos um at útlutað vinningsbýti kortini.
- Eg vil ikki siga, at eginpeningur felagsins er ov lítil. Tað veldst um m.a. hvussu stóran solvenstørv vit hava. Hinvegin meta vit tað í løtuni vera skilagott at flyta yvirskotið óskert til eginognina, soleiðis at felagið kann konsoliderast enn meira, sigur stjóri felagins.
Hann leggur afturat, at enn hevur felagið einki mál sett sær fyri, hvussu stór eginognin skal verða, áðrenn ein møgulig útlutan kemur upp á tal, men ásannar samstundis, at hetta sjálvandi er nakað, sum møguligir innskjótarar taka atlit til, tá og um ein skráseting á einum partabrævamarknaði gerst veruleiki.