Atlantsflog leigað flogfarið út í tvey ár

Atlantsflog og British Midland Commuter skrivaðu hósdagin undir nýggjan sáttmála um leigu av flogfari. British Midland leigar eftir hesum sáttmálanum annað flogfarið hjá Atlantsflog fram til 1. juni í 2002.

Á myndini sæst Tummas Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Atlantsflog, leggja rygg til, meðan Magni Arge, stjóri, setir navn sítt undir sáttmálan við British Midland

Kortini hevur Atlantsflog tryggjað sær rættin at flúgva við flogfarinum á sumri í 2001, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog í tíðindaskrivi. Og hann sigur seg vera væl nøgdan við sáttmálan.

? Hesin sáttmálin ber í sær, at vit hava tryggjað okkum skilagóðan rakstur við nýggja flogfarinum tey fyrstu trý árini. Harvið er vágin við keypinum av flogfarinum eisini munandi avmarkaður, samstundis sum vit hava fjøltáttað inntøkugrundarlagið hjá felagnum, sigur hann.

Í fyrsa umfari leigaði Atlantsflog flogfarið út sama dag, sum tað varð keypt. Atlantsflog fekk flogfarið heimaftur í juni, og felagið hevur flogið við tí alt summar.

Seinnapartin í august og fram til miðjan september var fyrra flogfarið í dokk og varð málað, og tað tíðarskeiðið røkti Atlantsflog flúgvingina við nýggja flogfarinum.

Bæði flogførini vóru tøk aftur herfyri, og tí hóskaði tað felagnum væl, at sáttmálin kom undir land nú, sigur Magni Arge.