Atlantsflog økir um farmaflúgvingina

Ein eyka fráferð um vikuna er sett á skránna, umframt at meira pláss er sett av til farm. Serstakliga sersendingar

Flogferðsla

Hesum hevur Atlantic Airways boðað frá í tíðindaskrivi. Longu mikudagin verður túratalið hækkað, soleiðis at fráferðirnar nú eru 18 í tali hvørja viku - í lágárstíð væl at merkja.
Samstundis verður meiri pláss sett av til farma- og postflutning mikudagar, hós- og fríggjadagar, tá eftirspurningur er størstur.
Eitt nú fyritøkur, tengdar at skiparakstri, hava stóran tørv á at fáa rúmd fyri sersendingum, ið hasta og tí fer Atlantsflog eisini at menna tænastuna við prioritetsfrakt, so rúm verður fyri slíkari á øllum fráferðum, eins og starvsfólk hjá felagnum í Kastrup skulu fylgja við, at slíkar sendingar verða fluttar skjótast gjørligt.
- Við hesum tiltøkum hava vit tikið nøkur stig á leiðini til tess at menna loftvegis farmaflutningin til og frá Føroyum, sigur Magni Arge, stjóri .

Javnvág má finnast
Hann sigur víðari, at tey í felagnum vóna, at økta túratalið fer at skapa enn betri kor fyri flutningi av bæði farmi og ferðafólkum.
- Tað ræður altíð um at finna eina javnvág í hesum. Koyra vit heilt optimalt, so skuldi hendan eyka fráferðin kanska ikki komið nú. Men so kundu vit havt eina støðu, har tvit til tíðir ikki megna at taka toppin av trýstinum. Tí hava vit valt, at økja nakað um kapasitetin, og so mugu vit vóna, at hetta í longdini er ein røtt avgerð, sigur hann.
Magni Arge leggur tó dent á, at enn kann talan verða um menning á farmaflutningsøkinum.
- Tað er ikki rokkið á mál, fyrr enn vit eisini hava fingið gongd á flúgving við farmaflogførum. Teirri ætlanini arbeiða vit støðugt við. Men tað krevur fyrst og fremst, at vit megna at fylla vørur í flogfarið bæði til og úr Føroyum, og enn eru vit ikki komnir heilt á mál við hesum, sigur hann.