Atlantsflog flýgur russarar til Murmansk

Atlantsflog er farið undir at flúgva russiskar sjómenn til Murmansk. Fyrsti túrurin varð gjørdur mánadagin við 80 sjómonnum við hvønn vegin

Eitt nýtt stig hjá Atlantsflog er nú at flúgva russiskar sjómenn til Murmansk. Hetta er fingið í lag í samstarvi við Skipafelagið og Árna Dam, sum sigur, at arbeitt hevur verið við hesum ætlanum í fleiri ár.
Mánamorgunin varð so flogið fyrsta túrin til Murmansk við 80 sjómonnum við hvønn vegin. Talan var um manningaskifti umborð á einum russiskum skipi, sum hevur ligið í Føroyum. Reiðaríið er russiska Murmansk Trawl Fliet.
? Tað ber til hjá russisku reiðarunum at spara eina rúgvu av tíð og peningi við hesum, sigur Árni Dam, russiskur konsul. Hann leggur afturat, at tað er við vælvild frá øllum myndugleikum, at hetta í dag letur seg gera.

Eftir tørvi
Flogið verður eftir tørvi og samstundis eisini soleiðis so at tað hóskar til tíðina hjá Atlantsflog.
Nú verður arbeitt uppá at menna hetta samstarvið uppaftur meira, og Skipafelagið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá øðrum reiðaríum, sum eru áhugað í hesum samstarvi.
Fyrr eru russisku sjómenninir farnir av føroyska feltinum og yvir til Bergen fyri at skifta fólk. Tá tað nú vónandi fer at vera møguligt at flúgva manningina beinleiðis til Russlands, verður tað bæði bíligari og lættari.
? Fyribils verður bara talan um flutning av sjófólki, sigur Árni Dam, sum fegnast um nýggju møguleikarnar.
Talan verður ikki um nakra fasta rutu til Russlands, men er russiski konsulin vísur í, at hetta kann gerast til ein góðan vinnuveg hjá øllum pørtum.
Flogferðin til Murmansk úr Vágunum tekur annars beint undir tríggjar tímar.