Atlantsflog fær ein skáa frá arbeiðssteðgi

Fyrr í kvøld kallaði semingsmaðurin Arbeiðsgevarafelagið og Flogskiparafelagið aftur til fundar, so hóttandi arbeiðssteðgurin er í hvussu so er útsettur í nakrar dagar

Ósemjan, sum hevur hótt við at leggja flúgvingina hjá Atlantsflogi lamna, er nú útsett eitt bil. Annars slitnaðu samráðingarnar ímillum Arbeiðsgevararnar og Flogskipararnar hjá Atlantsflogi í gjárkvøldið, men partarnir hava eina fráboðanarfreist, so arbeiðssteðgur kundi í fyrsta lagi verða 2. mai. 

 

Men í kvøld hevur Semingsmaðurin aftur boðsent pørtunum at koma á fund, tí hann metir, at eitt høvðusmál í samráðingunum millum partarnar ikki er nóg væl viðgjørt, verður upplýst úr Vinnuhúsinum,

 

Semingsmaðurin heldur, at tað er neyðugt, at partarnir viðgera henda spurningin neyvari, áðrenn samráðingar um nýggjan sáttmála halda fram.

 

Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

 

Hetta merkir samstundis, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki kann byrja fyrrenn leygardagin 12. mai, sigur VInnuhúsið.