Tað er so mikið ringt veður í hæddini, at Atlantsflog hevur gjørt av at avlýsa tey flogførini, sum eftir ætlan skulu lenda í Vágum í kvøld. Hetta upplýsir heimasíðan hjá Vága Floghavn. Eitt flogfar úr Bergen skuldi koma klokkan 19:55, og eitt úr Keypmannahavn skuldi lenda klokkan 20:15.
Ferðafólkini, sum ætlaðu sær til Føroya við hesum flogførunum í kvøld, mugu tískil bíða til í morgin. Einki flogfar er sett til at fara úr Vágum í kvøld.
Ringa veðrið darvar eisini ferðaleiðunum hjá Strandferðsluni. Jósup siglir ikki seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 19:10, og leið 700 og 701, sum koyra í Suðuroynni, koyra ikki fyribils.