Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Talan er um ein avmarkingarbrunn á oljufeltinum West Lennox, sum liggur í eystara partinum av írska havinum. Sett varð á at bora 18. september og er boringin júst endað. Hon er gjørd upp sum eitt "tight hole" tvs. at enn verða upplýsingar ikki latnir út til almenningin. Atlants Kolvetni, sum herfyri keypti seg inn í West Lennox, eigur 25% av loyvinum. Boringin verður gjørd fyri at finna fram til, hvussu stór ein komandi framleiðsla kann blíva. Tað er Challenger Minerals, sum er fyristøðufelag. Ætlanin er nú at kanna eitt annað spennandi øki í grannalagnum, sum verður kallað Crosby verður upplýst í skrivi frá Atlants Kolvetni.