Atlants Kolvetni aðalfund í dag

Tað er eitt gott og væl eitt ár síðani, at einstaklingar og fyritøkur í Føroyum stovnaðu oljufelagið Atlantic Petroleum. Í dag hevur felagið sín fyrsta aðalfund.

Í hesum sambandi verður skipað fyri fyrilestri. Tað er varastjórin í Norsk Hydro, Arvid Halvorsen, sum fer at tosa um tær avgerðir, sum skulu takast í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetni.

Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum, sigur seg vera nøgdan við gongdina higartil. Tað hevur gingið sum ætlað. Teir eru komir uppí eitt útlendskt samtak og eru nú í ferð við at gera fyrireikingar til fyrstu útbjóðingina.

Hann roknar við, at tað mesta av hesum árinum fer at ganga til hesa útbjóðing. Annars sær hann fram ímóti, at markið skal koma uppá pláss, vónandi í hesum mánaðinum. Tá tað er komið uppá pláss, fer nógv at henda heldur stjórin í føroyska oljufelagnum.

Í dag eru umleið 850 partaeigarar í felagnum, sum hevur knappar 29 mill. kr. í partapeningi. Ætlanin er at fara undir at tekna partapening av nýggjum so skjótt markið er komið uppá pláss og fyrsta útbjóðing er lýst. Tað er eitt ár síðani, at møguleiki var at tekna partapening. Wilhelm Petersen sigur, at teir fáa nógvar fyrispurningar frá fólki, sum vilja seta pengar í felagið. -Okkara mál er, at felagið skal hava undirtøku í øllum tí føroyska samfelagnum. Men ein kann longu nú siga, at felagið er vorðið rættiliga væl móttíkið í samfelagnum.