Atlantis komið fyri at vera

Hóast fíggjarviðurskiftini ikki eru endaliga komin uppá pláss eftir

stóru umbyggingina skulu norðoyingar ikki stúra fyri at missa

Mentunarhúsið Atlantis í Klaksvík.

Fyri sløkum tveimum árum síðani fingu norðoyingar nýtt mentunarhús,

Mentunarhúsið Atlantis. Atlantis Bio, sum í nógv ár hevði verið karmur

um sjónleikarvirksemið í Klaksvík, varð umbygt og umvælt, og eftir

umbyggingina gjørdist tað mentunarmiðdepilin í Norðoyggjum við

biografsýningum hvønn dag og annars karmur um mentunartiltøk so sum

sjónleik og annað.

Tá ið ætlanin av fyrstan tíð var frammi um at gera Mentunarhúsið

Atlantis var verkætlanin avmarkað og talan var um ein kostnað fyri

slaka miljón krónur. Ætlanin gjørdist nógv størri og kostnaðurin

tvífaldaðist. Nú verður av øllum alvi arbeitt við at fáa

restfíggingina uppá pláss. Nettoskuldin í húsunum liggur um hálva aðru

miljón krónur.

Tað er Klaksvíkar býráð sum eigur húsini og Klaksvíkar

Sjónleikarfelag, ið á sinni tók stig til at gera húsini um, sum rekur

húsini.

Sum skilst skulu norðoyingar ikki stúra fyri, at Mentunarhúsið

gleppur av hondum. Húsið koyrir annars sum tað skal og inntøkurnar,

sum Sjónleikarfelagið roknaði við framman undan, hava hildið.