Atlantic Petroleum skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya

Partabrøvini hjá P/F Atlantic Petroleum vórðu skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya (VMF) og ICEX mikudagin 15. juni. Hetta vóru fyrstu føroysku partabrøvini á VMF og ICEX.

Tíðindaskriv




Á tíðindafundi í Tórshavn mikumorgunin 15. juni varð skrásetingaravtalan undirskrivað av Atlantic Petroleum, ICEX og VMF. Fyrsti handilin við partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum fór fram, tá ið marknaðurin lat upp kl. 11.

Skrásetingin av Atlantic Petroleum er byrjanin til partabrævahandil á Virðisbrævamarknaði Føroya í samstarvi við ICEX. Sigurd Poulsen, stjóri hjá VMF, staðfesti m.a. hetta tá avtalan varð undirskrivað: "Hetta er ein søguligur dagur fyri føroyska virðisbrævamarknaðin. Atlantic Petroleum hevur gingið á odda við at skráseta seg á okkara marknaði og vóna vit, at aðrar føroyskar fyritøkur fara at nýta sama møguleika í framtíðini."

"Vit vóna at skrásetingin av Atlantic Petroleum fer at verða grundarlag undir einum sterkum føroyskum virðisbrævamarknaði", staðfesti Thordur Fridjonsson, stjóri fyri ICEX. "Hetta er fyrsta fyritøkan, ið verður skrásett grundað á avtaluna millum ICEX og Virðisbrævamarknað Føroya, og er hetta ein týðandi hending. Vit vilja ynskja Atlantic Petroleum hjartaliga vælkomnum".

Wilhelm Petersen, stjóri hjá Atlantic Petroleum, staðfesti m.a.: "Tað gleðir okkum at verða fyrsta føroyska fyritøkan á VMF, og fyrsta útlendska fyritøkan á ICEX, og gleða okkum til eitt gott samstarv í framtíðini."

Atlantic Petroleum varð stovnað í 1998 sum fyrsta føroyska olju- og gassfyritøkan.
Nominella virðið av øllum partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum er 73.997.800 krónur.

Í løtuni eru 84.9% av partabrøvunum og atkvøðurættinum hjá felagnum ognað av generellum íleggjarum. Skrásetingin av partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum varð samskipað av Kaupthing Bank hf. - Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F. Prospektið hjá Atlantic Petroleum, prísir á virðisbrøvum og aðrar upplýsingar eru at finna á www.vmf.fo og www.icex.is.

Seinnapartin mikudagin var stór samkoma í nýggju matstovuni "Gourmet", har eitt nú Jóannes Eidesgaard, løgmaður ynskti tillukku við nýggja tiltakinum. Sosialurin fer at gera meira burtur úr hátíðarhaldinum í komandi bløðum, eitt nú í Vinnusíðunum komandi.