Atlantic Airways sett nýggjan sølu- og marknaðarleiðara

Jákup Sverri Kass skal taka við sum sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways í næstum. Jákup Sverri hevur arbeitt innan sølu- og marknaðarføring í Smyril Line síðani 2006 og seinastu tvey árini hevur hann verið sølu- og marknaðarleiðari sigur felagið frá í tíðindaskrivi.

Jákup Sverri er útbúgvin Cand.ling.merc. frá Handilsháskúlanum í Århus. Hann er giftur Poulu Michelsen Kass og tey eiga trý børn.

 

-Fyri meg er tað bæði ein stór avbjóðing og ein heiður at taka við starvinum, sum sølu- og marknaðarleiðari í tjóðarflogfelagnum. Tað er ein spennandi uppgáva at menna ferðasambandið hjá føroyingum til útheimin, men tað er eisini ein sera spennandi avbjóðing at fáa fleiri fremmandar gestir til Føroya at vitja, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Tað er ikki ein ”bittur” ella ónøgdur maður, sum fer frá Smyril Line, men tvørturímóti ein maður, sum vil royna nakað nýtt innan fyri somu bransju. –Eg kom til Smyril Line í 1997 og havi verið feriuavloysari til 2006, tá eg so flutti heimaftur til Føroya. Síðani tá havi eg havt eitt sera spennandi og avbjóðandi starv. Hetta er eitt spennandi felag við einum góðum stjóra og starvsfólki og eini spennandi framtíð, sum eg nú fari frá. Felagið er sera væl útgjørt til framtíðina. At eg so rými frá øllum hesum kemst av, at mær nú stendur í boði enn eitt spennandi starv innan somu vinnu, tó at munurin er flogferðsla í mun til sjóvegis ferðsla. Flogferðsluøkið er eisini í stórari menning, eitt nú verður flogvøllurin útbygdur, og Altantic hevur gjørt íløgur í nýggj flogfør, sum styrkja felagið. Sjálvandi er tað eisini spennandi at skula arbeiða saman við Magna Arge og eini nýggjari nevnd, og tað er sum sagt ikki á hvørjum degi, at slíkt avbjóðandi starv stendur tær í boði.

 

Jákup Sverri Kass ynskir Smyril Line og sínum starvsfeløgum har alt tað besta og góða víðari eydnu. Hann leggur dent á, at her eru eingi ”bad feelings” millum seg og Smyril Line, tvørturímóti er tað í fullum forstáilsi við leiðsluna í Smyril Line, at hann nú fer at royna eina aðra grein í hesi vinnuni.

 

Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur í stuttari viðmerking, at hann er fegin um at fáa Jakup Sverra umborð: "Hann hevur royndir og eginleikar, sum hóska væl til okkara felag og okkara virksemið."