Atlansflog fær útlendska hjálp

Tað er komi illa við hjá føroyska tjóðarflogfelagnum Atlantic Airways, at tað í síðstu viku varð neyðugt at taka eitt flogfar úr ferðslu, eftir at eitt tekniskt brek varð staðfest í flogfarinum.


Hetta hendi nevniliga samstundis, sum eitt av hinum flogfarinum hjá felagnum skuldi til eftirlit. Sostatt hevur flogfelagið í løtuni einans eitt flogfar, ið skal røkja allar farleiðirnar.


Fyri at røkja flogferðsluna hevur tí verið neyðugt at leiga eitt flogfar frá einum øðrum felagi. Við Kringvarpið í morgun segði Rasmus Niclasen, flogferðslusamskipari hjá felagnum, at tey hava gjørt eina avtalu við Titan Airways.


Avtalan inniber, at Atlansflog leigar eitt flogfar við manning at røkja farleiðirnar til Barcelona og Íslands, og sambært Rasmus Niclasen eru samráðingar í løtuni við Titan Airways, soleiðis at flogfelagið eisini kann hjálpa við flogferðsluni komandi vikuskifti.


Um alt gongur eftir ætlan, so verða hini flogførini hjá Atlantic Airways tøk aftur fyrst í næsti viku.