Í dag letur Athena upp í nýggjum hølum á Vágsvegi 35 í Vági Tað eru tær báðar Majken Sandá, kosmetologur, og Beinta Midjord Jacobsen, hárfríðkari, ið eiga og reka Athena.
Athena var stovnað í 2001, og helt til í leigaðum hølum, men nú hava Majken og Beinta keypt húsini á Vágsvegi 35, har skósøla áður var, men nú verður tað hár- og húðrøkt, ið kemur í hásæti.
Athena letur upp í dag klokkan 13 í nýggju hølunum í Vági.