Atgongumerkini eru útseld

Atgongumerkini til teir báðar heimadystirnar, sum landsliðið hevur eftir at spæla, eru útseld.

Atgongumerkini til landsdystirnar hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti ganga sum heitt breyð. Eftir at útselt var til dystin ímóti Grikkalandi og atgongumerkini til dystin ímóti Norðurírlandi 4. septembur nærmast vórðu skrædd burt, er nú aftur útselt.


Talan er um seinasta dystin í EM-undankappingini, sum verður ímóti Rumenia 11. oktobur. Atgongumerkini vórðu sett til sølu fríggjadagin, og í gjár boðaði Fótbóltssamband Føroya frá, at tað var útselt. Hetta er triðju ferð á rað, at øll 4.800 atgongumerkini verða seld.


Fótbóltssamband Føroya skrivar eisini, at hópurin til dystirnar ímóti Norðurírlandi og 4. septembur og Finnlandi 7. september verður úttikin á tíðindafundi hjá Lars Olsen sunnudagin.