At læra at lesa og at skriva er ein mannarættur – sjálvandi

Alt summarið hevur Kringvarpið varpað ljós á viðurskiftini hjá orðblindum og lesiveikum, og tað fegnist eg um. Tað er ein sannroynd, at í nógv ár er ov lítil áherðsla løgd á at veita orðblindum og lesiveikum ta undirvísing og ta hjálp, sum kann tryggja orðblindum eitt heilt vanligt lív á jøvnum føti við onnur, sum ikki bera hetta brek.

Áhaldandi orðaskifti um orðblindni fer heilt vist at ávirka bæði myndugleikar, skúlar og arbeiðspláss at viðurkenna orðblindni, og ikki minst, at hesi somu taka á seg ábyrgd at betra umstøðurnar hjá borgarum, sum bera hetta brek. Tí hetta er eitt brek, sum tað við røttu hjálpini ber til at bøta um. Tað hevur einki við vantandi evni ella ágrýtni hjá tí einstaka at gera.
Samstundis er orðblindni eitt brek, sum hevur havt ilt við at vera viðurkent. Søgan um Menu Martinsdóttir var eitt talandi dømi um, hvussu trupult tað er at berjast fyri egnum rættindum, men eisini ein søga um, at tað eru mong, sum veruliga royna at stuðla, og at til ber at fáa eina útbúgving.
Eg vil í hesum sambandi eisini nýta høvi at siga frá, at so miðvísur tíðindaflutningur kann hava ta avleiðing, at fólk halda, at vit hava als ongar skipanir í Føroyum, sum virka orðblindum at frama. Og tað er ikki so.
Tíbetur hava vit bæði serlærarar og lesivegleiðarar, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at varnast næmingar við lesitrupulleikum og seta hóskandi skipanir í verk. Og vit hava eina serundirvísingarskipan, Sernámsdepilin og Sernámsfrøðiligu ráðgevingina, sum virkar. Tað eiga vit ikki at undirmeta.
Í mong ár hevur kunngerð verið galdandi um rættindi til sernámsfrøðiliga hjálp á miðnámsskúlunum, og mær vitandi er ongum sýtt fyri at fáa neyðuga hjálp. Á samskipaða umsóknarblaðnum til miðnámsskúlarnar verður roynt at varnast tey, sum eru orðblind, so neyðug hjálp kann verða veitt. Tað, sum nú hevur týdning, er at viðurkenna orðblindni og at skipa tilboðini, so at tað ikki verður steinur oman á byrðu at fáa fatur á røttu hjálpini, sum er til taks.
Serligur undirvísingarførleiki krevst
Tað krevur serligan fakliga førleika at veita røttu undirvísingina. Og staðfestast má, at samanlagt hava tað verið ov fá, sum hava havt neyðugu fakligu førleikarnar at staðfesta orðblindni og at geva røttu undirvísingina.

Tørvur er á fleiri fólkum við miðvísum førleikum. Og tørvur er á opinleika um trupulleikan.
Júst tí havi eg sum landsstýriskvinna í mentamálum sett í verk eftirútbúgvingar innan lesing og skriving, herímillum orðblindni, fyri fólkaskúlalærarum. Eisini er skipað fyri orðblindalæraraútbúgving fyri lærarum í frítíðarundirvísingini og fyri lærarum í vinnu – og miðnámsskúlunum, og skúlaárini 2011/2012 og 2012/13 verður skipað fyri eftirútbúgving fyri allar fólkaskúlalærarar innan fakliga lesing og kunningartøkni.
30 serlærarar útbúnir næsta ár
Næsta ár verða 30 lærarar lidnir við eina 3-ára útbúgving sum serlærarar. Og hesa ferð er serligur dentur lagdur á, at tey lesandi ogna sær fakligan førleika at viðgera lesi- og skrivitrupulleikar og orðblindni. Fyrra hálvár í fjør snúði seg um lesi- og skrivitrupulleikar og seinna hálvár um orðblindni. Fólkaskúlin skuldi nú verið væl fyri viðvíkjandi fakligum førleika at hjálpa orðblindum næmingum.

Lesivegleiðarar
Í 2010 vóru 30 lesivegleiðarar útbúnir, sum starvast á skúlunum kring landið.
Nú skúlaárið 2011/2012 byrjar, eru tímar settir av, so at lesivegleiðararnir kunnu fara til verka.
Lesivegleiðararnir skulu menna lesi- og skriviundirvísingina í skúlunum, ráðgeva leiðslu og lærarum, leggja lærarum lag á næmingalagaða undirvísing í flokkunum og vísa á, um næmingar hava lesi- og skrivitrupulleikar m.a. orðblindni.
Orðblindalærarar
Í fjør tóku eisini 18 orðblindalærarar prógv. Hetta er ein útbúgving fyri tey, ið undirvísa vaksnum, 14 ár og eldri, sum eru orðblind. Luttakarar vóru lærarar, ið undirvísa í frítíðarundirvísingini, vinnu- og miðnámsskúlunum og lærarar, ið undirvísa í elstu flokkum fólkaskúlans. Lærarar við hesi útbúgving starvast í dag m.a. í Teknisku Skúlunum, Handilsskúlanum, í fólkaskúlunum og í Sernámsdeplinum.

Frítíðarundirvísing
Umframt at orðblindaundirvísing og vegleiðing fyri orðblindum er skipað í nøkrum vinnu- og miðsnámsskúlum, hava vit í Mentmálaráðnum í samstarvi við kommunurnar skipað undirvísing innan frítíðarundirvísingina fyri orðblind vaksin, 14 ár og eldri. Undirvísingin fer fram í 7 kvøldskúlum kring landið og í skúlanum Dugna við Áir.

Serlig átøk í fólkaskúlanum
Tímajáttanin í føroyskum í byrjanarundirvísingini er munandi økt seinnu árini, partvís tvílæraraskipan er sett í verk í fyrsta og øðrum flokki, og t skipað er útgávurøð av lætt lisnum bókum og arbeiðstilfari - hetta bara fyri at nevna nøkur átøk, sum hava til endamáls at tryggja, at øll børn læra at lesa og at skriva so skjótt og so væl sum til ber, og at skúlarnir hava bæði tilfar og tímar at fremja eina mennandi lesi- og skriviundirvísing..

Áhugafelagið Lesi- og skriviveik
Áhugafelagið Lesi- og skriviveik hevur í fleiri ár veitt orðblindum ráðgeving og undirvísing, og Mentamálaráðið veitir felagnum árligan stuðul til hetta virksemi av serligari játtan á fíggjarlógini. Bæði lesivegleiðarar, orðblindalærarar og serlærarar undirvísa hjá felagnum.

Samskipan er neyðug – rektarafundur er fráboðaður
Tíðindaflutningur, sum hevur verið seinastu tíðina um orblindni, ger vart við, at ov lítið verður gjørt fyri, at orðblindir næmingar kunnu luttaka í miðnámsútbúgvingum og í hægri lestri. Sum sagt hava næmingar á miðnámsskúlunum rætt til hjálp, og vit hava í kunngerð ásett eina mannagongd um hjálp og stuðul. Neyðugt er at samskipa hjálpina, so at hon er sjónligari og virkar skjótari.

Til tess at bøta um henda trupulleika, fari eg í næstum at skipa fyri einum fundi við rektarar og leiðarar í vinnu- og miðnámsskúlum og hægri útbúgvingum, um teir møguleikar, sum eru, og tey rættindi sum tey, ið bera brek, m.a. orðblind eiga í sambandi við útbúgving.

Høvuðsendamálið er at gera eina mannagongd, soleiðis at lestrarvegleiðarar o.o. neyvt vita, hvussu tey skulu bera seg at, og at tað ikki verður ein afturvendandi trupulleiki hjá næminginum, men at skúlin hevur eina greiða tilbúgving, sum bara virkar.
Eisini verða lógarbroytingar gjørdar bæði viðvíkjandi miðnámsútbúgvingunum og hægri útbúgvingum, sum greitt tilskila rættindi teirra, sum bera brek, og sum ynskja sær eina útbúgving á jøvnum føti við onnur.
. Eg havi sum landsstýriskvinna frá fyrsta degi sett mær fyri at gera nakað miðvíst fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava lesi – og skrivitrupulleikar, m.a. orðblind, men tað krevur fakligar førleikar, innlit, og ikki minst viðurkenning, og tað tekur tíð.
Minsta kravið hjá næmingum og foreldrum má vera, at fólkaskúlin veitir næmingum eina lesi- og skrivitrygd í seinasta lagi í 2. flokki, og at óneyðugar forðingar fyri hesum verða beindar burtur. Eisini at miðnámsskúlarnir nýta tær skipanir, sum eru settar í verk, og at vit sum fólk og serliga útbúgvingarstovnarnir virða ST-sáttmálan um rættindi teirra, sum bera brek, at ogna sær eina útbúgving.
Eg haldi, at nógv er gjørt, men vit eru ávegis, so vónandi fara vit at síggja nógv góð úrslit, og at tey, ið eru lesi- og skriviveik m.a. orðblind, ikki kenna seg vera við skerdan lut í útbúgvingarskipanini.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum