At fáa staðfest cøliaki og at liva við sjúkuni

Seinnapartin í dag, klokkan 15, verður aðalfundur í Cøliakifelag Føroya. Har fer Magnhild Tausen Olsen millum annað at greiða frá um tað at fáa staðfest cøliaki og at liva við sjúkuni.

Magnhild Tausen Olsen er føðsluatstøðingur og køksleiðari á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.

Cøliakifelag Føroya er fyri tey, sum ikki tola gluten.

Fyrilesturin verður í sambandi við aðalfundurin, sum skuldi vera í vár, men varð útsettur vegna korona. Felagið sigur, at fleiri hundrað føroyingar eru glutenviðkvom, men mong teirra hava ongantíð fingið staðfest sjúkuna.

Cøliakifelagið er eitt felag fyri fólk við sjúkuni og avvarðandi teirra. Arbeitt verður við, at fáa kunning um sjúkuna út í alt samfelagið og fyri at gera umstøðurnar hjá fólki við cøliaki betri. Høvi er eisini at hitta og knýta sambond við fólk, ið hava ella eru avvarandi hjá fólki við cøliaki. Og at luttaka í arbeiðinum hjá felagnum.

Aðalfundurin er á Hotel Runavík. Har fer Sonja Tausen, forkvinna, eisini at hava formansfrágreiðingina.