At býta makrel í Føroyum er sum at velja páva

Høgni Hoydal spyr, hví eingin torir at mótmæla. Hann heldur, at svarið er einfalt

Fiskivinnupolitkkurin hjá sitandi samgongu kann samanberast við, tá ið nýggjur pávi skal veljast í Rom.

Tá sigur eitt lið av kardinalum situr í einum herbergi í Vatikaninum og skal velja nýggjan páva.

 

Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldi.

 

Hann átalar, at vit aftur í ár koma í ta støðu, at vit sita og bíða út í juni mánað eftir, at nakrir samgongupolitikarar sita og klandrast um, hvussu teir skulu býta makrel og sild fyri milliardir út á reiðarí og skip.

 

- Hví elvir hetta ikki til harðlig mótmæli frá vinnuni, spyr Høgni Hoydal.

Hann heldur, at hann hevur svarið sjálvur: Tað er tí, at ongin í vinnuni torir at at tala at, av ótta fyri at missa rættindi.

 

Høgni Hiydal sigur, at akkurát sum tá ið pávi verður valdur, veit eingin hvør er í uppskoti til at fáa lut í makrelinum og sildini, og eingin veit, hvørjum mannagongdum býtt verður eftir.

 

- Uttanfyri á torginum stendur fólkið og umboð fyri øll tey, ið skulu liva við avleiðingunum, og hyggja at einum skorsteini. Onkuntíð kemur svartur roykur sum boð um, at valdstelvingin innanfyri um okkurt uppskot, ikki hevur vunnið undirtøku. Men einaferð kemur so hvítur roykur: Einhvør niðurstøða er komin!

 

- Soleiðis verður okkara høvuðsvinna og atgongdin til okkara virðismesta tilfeingi á sjónum stýrd í Føroyum í dag.

 

- Ja, enntá er tað meira afturlatið og tilvildarligt enn pávavalið í Rom. Tí ongin veit, hvør verður valdur at taka avgerðirnar, og hvør stendur til svars fyri tær.

 

- Reiðarí og samtøk, sum hava sæð ein møguleika at skapa vinnu og arbeiðspláss kring landið, hava undanfarin ár gjørt seg út. Kýtt seg og roynt at skipa møguleikarnar. Í Vági, í Hvalba, í Sandoy, í Tórshavn, í Vestmanna, í Vágum, í Eysturoy, í Norðuroyggjum og aðrastaðni við.

 

- Men tey hava fingið vátan vøtt, tá ið hvíti roykurin loksins kom úr Tinganesi. Her vóru nú gjøld og treytir og tilvildarlig býti kunngjørd, sum ongin visti um ella kundi laga seg til.  

 

- Bert tey, ið høvdu møguleika við egnum, ella útlendskum kapitali, at selja og manerera ímillum tilvildina við at keypa og selja skip við kvotum, høvdu møguleika at taka lut í vinnuni.

 

- Hetta er bara ófatiligt, at nakar góðtekur slíka skipan. Men tað er eitt bragd, at fólk, ið hava verið fyri støðugum vanbýti, enn royna at at reka vinnu í Føroyum eftir hesum treytum.

 

- Og vit vita helst øll, hví ongin torir at mótmæla í vinnuni. Tí øll mugu royna at halda seg væl við politiska valdið – um ikki vandi skal verða fyri at missa møguleikar.

- Kapping er um vælvild politikaranna, og tí er kvirt sum í grøvini um hesa "vitleysu, órættvísu og óhaldføru" skipan, sigur Høgni Hoydal.

 

- Hvar eru Reiðarafelagið, Feløgini hjá skipabólkum, Fiskimannafelagið, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Felagið hjá peningastovnunum, Fakfeløgini í Føroyum og Vinnuhúsið, spyr hann.

 

-Tey eru kvirrari enn kvirr, sigur hann, men hann heitir á øll, sum umboða vinnuna í Føroyum um at bróta tøgnina.

 

Les eisini: Sig mær, hví er vinnan kvirr