At brúka søguna og bardagan um minnismentan okkara - Eitt perspektiv til Virgar og hini

Kim Simonsen
--------------

Allar rørslur hava brúkt søguna til at skapa ein serligan samleika við. Øll fólkasløg hava eina fortíð og umsita søguna og minnini um hesa fortíð á ein serligan hátt. Rørslur, bólkar og politiskir flokkar leggja dent á ymiskar partar av minninum, mentanini og av søguni, ið tey so brúka, sum tey hava hug til. Sjálvt forminnissøvn, standmyndir og minnisvarðar, sum skulu eitast at minnast fyri okkum, byggja á gloymsku av tí, at tað at minnast okkurt, skapar samstundis gloymsku um okkurt annað. Hetta er ein banal truisma, og ofta er óneyðugt at gerast paranoidur av hesum. Tað eru tey, sum hava vald, sum mynda minnismentan okkara.

Hvast kjak er í gongd, ið er við at enda sum reint gleps og perspektivloysi. Tað var útisetin og lærarin Virgar T. Dalsgaard, og so seinni lektarin Rolf Guttesen, sum høvdu tikið ymiskt minni tespiligt úr søguni ella minninum. Tað er sum so ikki nakað serligt nýtt í hesum. Virgar hevur gjørt hetta fyrr.

Nationalistiska minnið
Argumentatiónin hjá Virgari er hon, at loysingarfólk ella nationalistar hava beinagrindir í skápinum. Ferð eftir ferð hava tey gjørt seg inn á javnaðarfólk og sambandsfólk, og serliga inn á Petur Mohr Dam.
Søgan, og serliga føroyska søgufatanin og minnismentanin, (ikki eitt orð, Virgar brúkar) er politiserað. Virgar brúkar so ymiskt úr tí føroyska raritetskabinettinum til at máa legitimitetin undan einari meiri sakralari tjóðveldissøgufatan.
Svar komu skjótt, Jóanes Nielsen fór eftir Rolf Guttesen, Oddvør Johansen eftir Virgari og Rolfi. Albert Isfeld eftir báðum, og Dávid Isfeld somuleiðis. Onkur varð róptur fyri Erasmus Montanus, studentur, útiseti, anti-nationalur djevlamanari og Oddvør helt, at teir vóru passé. Virgar kom við bæði Entzensberger, Voltaire og alskyns søgum um, at Petur Mohr Dam og aðrir mangan vórðu illa hagreiddir, og húsini hjá onkrum blivu innsmurd í lorti.
Men er hetta ikki bert loysing- og sambandsskotgrøvin einaferð enn?Við hesum sá út til, at kjakið var endað, men mest við sjálvmálum hjá øllum pørtum.
Kjak um søgu og søgufatan eru vanlig í øðrum londum, men vit eru ikki von við at kjakast um nakað. Kemur okkurt fram, sum er áhugavert, so er tað mangan soleiðis orðað, at eingin kann annað enn at ógvast við. Og tá so svar koma, sum eru rein karaktermorð, so er kjakið farið av sporinum, áðrenn tað er byrjað. Hetta er perspektivleyst, fátækt og niðrandi. Virgar skrivar t.d. so bonskt, at ein sær fyri sær, hvussu hann og loysingarmenn enda í svartasta roki um tulkingina av fortíðini, ella hvør hevur rætt til at brúka hesa fortíðina og til hvat. Hetta er synd, tí Virgar veit nógv, men formurin dettur um beinini á sær sjálvum. Nógv spennandi perspektiv kundu verið løgd fram, um tey vórðu spulað rein av gallinum hjá Virgar.

Hvør er passé?
Síðani komu aftur svar frá teimum báðum, har teir siga, at søgan ikki er passé. Og tá fara lesarabrøv at snúgva seg um kjak, form og kjakmentan. Men tað, sum eg haldi er evnið her, er í hvussu so er ikki søguvísindi, ella sannleiki við stóra S, men tað at handan álopini og seinni verjustøðuna hjá Virgari og Rolfi, ella mótstøðuni móti teirra sjónarmiðum og tulkingum av søguni, er ein heldur naivur tanki um, at ein søguligur sannleiki skal finnast, og at hesin skal avdúka loysingarfólk og ekstrema nationalismu í Føroyum. Tað, sum er aðalfeilurin í hesi hugsjón er, at hon byggir á eina heldur avoldaða søgufatan. Ella sagt á annan hátt: tað, sum Virgar og Rolf tosa um, tað sum Jóanes, Oddvør og øll hini tosa um, er ikki søgan sum so, men felags minni og søgubrúk. Hvussu politiskir flokkar hava brúkt hesa søgu politiskt. Tað er ein onnur »søga«.
Søga og søgufatan eru eisini sosial og politisk fyribrigdir, tí søgan hevur m.a. verið avgerandi partur av politisku tjóðarbyggingini. Frá hesum hava vit sæð ein serligan minnis- og samleikapolitikk. Tískil er torført at fáa nýggjan standard fyri søgufatan ella søgubrúk í Føroyum.

At brúka søgu og søgupolitikk
Tað, sum liggur Virgari og Rolf á hjarta er, at teir halda at søguskrivingin í Føroyum ella føroyska minnismentanin er fylt við mýtum um Nólsoyar Páll, Magnus Heinason osfr. Her er tankin at loysingarfólkini og nationalistarnir hava havt vald til at seta seg á lærustovnar, so sum Fólkaskúlan. Men hetta er einki nýtt. Flest lond brúka søguna. Søgan er amboð at skapa samleikar við. Eisini Danmark er rokað við tjóðarhetjum. Gøtur eita enn eftir Herluf Trolle, Tordenskjold og Valkendorff.
Í londum uttan fólkaræði hava vit sæð, at søgan er tað fyrsta, sum verður nýtt til at skapa legitimitet fyri sama harðræði. Úr Kina og Russlandi til Norðurkorea. Her enda leiðararnir sjálvir á standmyndum, frímerkjum og pengaseðlum, og tá teir doyggja, verða teir beindir í eitt panteon at liggja.
Í londum við meiri fólkaræði er altíð bardagi um søguna. Bardagi er neyðugur og sunnur sum alt annað veruligt kjak. Men hesin liggur ofta uttan fyri akademisku søguskrivingina (um vit her hugsa um keldukritikk og historiografiska viðgerð annars), tí rørslur, politiskir flokkar, bygdir, bólkar og einstaklingar berjast um at legitimera egnar samleikar og rørslur, og øll brúka søguna til hetta.
Serliga í londum sum Føroyum, sum hevur verið sundurskrætt síðani 1906 og enn er merkt av einari kolonialari ella post-kolonialari støðu, slepst ikki uttan um at kjakast um hetta.
Tá so báðir partar vísa á »søguna,« sum um tað er tað, sum er evnið, tá er neyðugt at vísa hesum aftur. Tí tað er ikki søgan sum so, ið er evnið her, men harafturímóti tað, sum innan granskingina í søguligari teori kallast søgupolitikkur, tvs. læran um, hvussu søgan verður brúkt í politiskum høpi. Ein áhugaverd søga kanska? Her hava vit td. sæð nasistar brúka norðurlendsku fortíðina. Sosialistar ræðumyndir um tjúkkar menn við høgum hatti, sum einaferð áttu alt. Hvussu loysingarrørslan hevur brúkt søguna. Hvussu sambandsfólk hava og hvussu Føroya Arbeiðarafelag hevur brúkt søguna. Filmurin Forest Gump gav okkum eina tulking av amerikansari søgu, sum ein seinmentur upplivdi hana. Tað sum Virgar og Rolf tykjast finnast at hvussu vit eru lærd at minnast og hvat hetta minnið hevur fingið okkum at gloyma, men teir brúka sjálvir søguna sum eitt amboð til at máa legititetin undan einari sakralari søgufatan.

Vit eiga øll fortíðina
Virgar og Rolf hava rætt til at brúka søguna, eins væl og Høgni Hoydal í bókini »Myten om Rigsfællesskabet« ella Jóannes Patursson í sínum »søgubólkum«, tí menniskja er søguskapandi og søgubrúkandi, og vit hava øll brúk fyri at kunna siga søguna um okkum sjálvi, eins væl og um okkara land og fólk. Av tí sama er tað at skjóta ov langt at seta sær fyri, at søguvísindin skal geva okkum hendan samleikan. Tað er ikki júst leikluturin hjá søgufrøðini at vera tænari hjá Virgari ella hjá Høgna Hoydal ella Rolf. So kvæla tit veruliga Clio, musuna fyri søgu.
Alt skal kunna endavendast, serliga tað, sum er sakraliserað. Jóannes Patursson og Joen Poulsen skulu endavendast, endurmetast og endurtulkast, eins væl og Anfinn Kalsberg ella Kaj Leo verða tað í bløðunum. Fólk brúka søguna og endurnýta hana til at skapa felags minni og tilvit við málningum, myndum, í avísum, á standmyndum, í fornminnissøvnum, tá tey ferðast, innan rørslur, í sjónvarpinum, í sjónleikum, og ikki minst sum hornastein í okkara egnu lívssøgum og familjusøgum.
Skulu vit tæna fólkaræðinum best, so skulu vit taka ábyrgd av søguni og fortíðini. Tey, sum hava sum starv at umsita fortíðina, so sum savnsvørðar, lærarar, embætisfólk, høvundar, granskarar, dokumentaristar skulu byggja á opinleika, fólkaræði og vera opin fyri nýggjari tøkni, miðlan, hugsjónum og perspektivum. Soleiðis skapa vit eina modernaða søgufatan, helst uttan gallbeiskan og svakligan søgupolitikk.