At arbeiða við tíni støðu, tonkum og kenslum

Krabbameinsfelagið skipar aftur í heyst fyri skeiði í listterapi. Hetta er eitt tilboð til fólk, ið hevur ella hevur havt krabbamein.

- Royndirnar frá skeiðnum síðsta vetur vóru góðar og hava víst, at listterapi er ein góður háttur at stuðla fólki, ið eru ella hava verið rakt av álvarsligari sjúku.

Tað sigur Krabbameinsfelagið.

Lagt verður aftrat, at skeiðið fer fram í hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi, har tú sum luttakari - saman við øðrum í somu støðu - hevur møguleikan at verða hoyrdur við tí, tú hevur uppá hjarta.

- Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða við tí, ið tyngir og tí, ið gevur meining. Tú kanst gerast meira tilvitað/-ur um teg sjálvan og egnan mátt og á henda hátt styrkjast á tíni leið víðari í lívinum.

Krabbameinsfelagið vísir á, at listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men eitt nú við máling, tekning, skriving ella modellering at arbeiða við tíni støðu - tankum og kenslum.

- Saman við terapeutinum verður tosað um tað, tú hevur tilevnað. Tær nýtist ikki at hava royndir við listarligum arbeiði frammanundan. Verkini eru áhugaverd innihaldsliga, ikki í útsjónd, sigur felagið og visir til neyvari kunning á síni heimasíðu.