Tað er ógvuliga lítil vandi fyri, at teir svensku myndugleikarnir fara at senda Wikileaks-stovnaran, Julian Assange, til USA. Tað sigur bretski uttanríkisráðharrin, William Hague.
Assange er á ekvadorsku sendistovuni í London og hevur fingið friðakjól í Ekvador, men teir bretsku myndugleikarnir siga, at hann skal til Svøríkis, har hann er skuldsettur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur.
Hægstisættur í London hevur staðfest, at Assange skal útflýggjast svium, sum vilja sleppa at avhoyra hann um skuldsetingarnar. Men Julian Assange ber ótta fyri, at amerikanarar fara at biðja sviar útflýggja hann til USA, har hann kann fáa harða revsing fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl. Men sambært William Hague er tað ikki sannlíkt, at sviar fara at senda Assange til USA.
-Bæði Bretland og Svøríki hava skrivað undir evropeiska mannarættindasáttmálan, og bretska stjórnin hevur fult álit á tí svenska dómsvaldinum, segði bretski uttanríkisráðharrin í gjár. Hann legði afturat, at Svøríki er bundið til at sýta einari møguligari umbøn um útflýggjan, um vandi er fyri, at mannarættindini hjá Assange kunnu koma í vanda. Harafturat skulu sviar hava tilsøgn frá bretsku myndugleikunum, segði William Hague.