Assad vil geva politiskari loysn í Sýria ein kjans

Assad vil brúka hernaðarlig tiltøk til at endurvinna valdið í økjum, sum uprreistrarfólk hava tikið, um ein politisk loysn ikki riggar.

 

Bashar al-Assad, forseti í Sýrira, er sinnaður at geva eini politiskar loysn í økjunum, sum uppreistrarfólk hava tikið í úsynningspartinum av Sýria, ein kjans.

 

Men gongur tað ikki, so fer hann ikki at halda seg aftur í at seta hernaðarlig tiltøk í verk.

 

Tað segsði hann í gjár í samrøðu við iransku sjónvarpsstøðina, al-Alam News, sum sýriski ríkismiðilin Sana hevur týtt til enskt.

 

– Vit geva politisku royndunum ein møguleika. Um tað ikki eydnast, so hava vit ongan annan møguleika enn at taka økini aftur við valdi, sigur Bashar al-Assad.

 

Útsynningsparturin av Sýria er eitt av teimum økjunum, sum sýriski staturin ikki hevur vald á, sjey ár eftir at kríggið fór at herja í Sýria.

 

Deildir hjá Assad hava endurvunnið valdið á nógvum økjum, sum uppreistrarfólk høvdu tikið, við stuðuli frá russiskum loftdeildum og iransktstuðlaðum militsum.

 

Assad hevur fleiri ferðir lagt dent á, at hann hevur sett sær fyri at endurvinna »hvønn tumma« av landinum.

 

Frá ísraelskari síður óttast tey, hvørt deildir úr Iran ella libanesisku shiamuslimsku rørsluni Hizbollah hava valdið í grannalandinum Sýria.

 

Í samrøðuni sigur Assad, at tað í løtuni ikki eru nakrir iranskar hernaðarstøðir í landinum, bert russiskar.

 

Men, leggur hann afturat, um tað »verðurbrúk fyri iranskum hernaðarstøðu, so halda vit okkum ikki aftur«.

 

Assad sigur, at sýrisku deildirnar verða stuðlaðar við hermonnum bæði úr Irak, Iran og Libanon.

 

Spurdur um hann hevur biðið Hizbolah farið úr Sýria, sigur hann, at tað hevur hann ikki.

 

Hizbolla er grundarlagið í hesum krígnum. Uppgerðin er long, og tørvurin á hesum herdeildum verður leingi afturat, sigur Assad.

 

Hann sigur víðari, at hann fatar aerikonsku, fronsku, turkisku og ísraelsku deildirnar í Sýria sum herseitingarvald.

 

Amerikonsku herdeildirnar standa á odda fyri eini deild í eystara og norðrara parti av Sýria, sum stríðist ímóti Islamskum Stati, meðan Turkaland stríðst við kurdiskar bólkur í útnyrðings Sýria.

 

/ritzau/Reuters