Russland hevur ikki gjørt nakra avtalu, sum tryggjar sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, friðskjól, og russiska stjórnin hevur ikki so mikið sum hugsað tann tankan.
Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov.
Tað hevur ljóðað fyrr, at Russland var sinnað at bjóða sýriska forsetanum friðskjól, um hann valdi at fara frá, men hetta er ikki so, sigur Lavrov.
-Vit hava sagt meiri enn einaferð, at hatta er als ikki nakað, sum vit hugsa um, segði Lavrov við tíðindafólk.
Franski forsetin, Francois Hollande, segði í dag, at hann fer at gera enn eina roynd at sannføra Russland og Kina um, at tað er neyðugt við harðari tiltøkum ímóti Assad fyri at fáa enda á teirri diplomatisku naggatódnini, sum er íkomin.