Askur er best í Danmark

13 ára gamli Askur Holm Magnason bleiv í dag Danmarksmeistari í amboðsfimleiki.

13 ára gamli Askur Holm Magnason varnn í dag gull í lopi um hest í DM í amboðsfimleiki. Hann fekk karakterin 14,3, sum er heili 0,9 stig hægri enn silvurvinnarin.

Umframt gull í lopi um hest, hevur Askur í dag fingið bronsu í beinsveiggj og í eini nýggjari kapping, sonevndum spesialelementi. Hann var einans 0,3 stig frá at vinna bronsu í gólv-kappingini.

Fyri tveimum vikum síðani luttók hann í DM í amboðsfimleiki fyri lið og tá vunnu hann og Greve Gymnastik, sum hann umboðar, silvur.

Askur Holm Magnason er fleirfaldaður føroyameistari í amboðsfimleiki í sínum aldursbólki, og fekk fyrr í ár eitt fimta pláss í Norðurlandameistarakappingini í lopi yvir hest.

 

Hann er føroyskur landsliðsfimleikari og hevur fyrr eisini vunnið suðurenskameistarheitið fyri lið umboðandi Torbay Olympic Gymnastics úr landslutinum Devon.