Asiatiska fótbóltsforsetanum dámar ikki ætlanirnar hjá Premier League

?Vit fara at atkvøða ímóti hesum uppskotinum. Premier League raðfestir pengar hægri, enn ábyrgd og tign. Skal eg úttala meg vegna fótbólts-Asia, so vil eg bara siga, at eg eri harðliga ímóti hesari ætlanini.? Mohammed Bin Hamman, forseti hjá asiatisku fótbóltssamgonguni leggur ikki fingrarnar ímillum. Hann heldur, at leiðslan aftanfyri Premier League átti at hugsa seg betri um, áðrenn teir koyrdu eitt slíkt uppskot út, um at leggja eitt eyka umfar til Premier League kring heimin. ?Eg vóni, at leiðslan hjá Premier League hugsar seg um minst tvær ferðir, áðrenn teir leggja dystir í Asia. Eg havi einki ímóti, at tvey lið í Premier League spæla ein vinardyst ímóti hvørjum øðrum í Asia. Men eg kann ikki svølgja hugskotið um, at ein fótbóltsliga leikar dystir uttanfyri sítt egna heimland. Eg kenni mennirnar aftanfyri Premier League, og eg fari at geva teimum greið boð um hetta.? Mohammed Bin Hamman fer eisini at boða FIFA-forsetanum, Sepp Blatter frá støðu sínari, um at Premier League ikki eigur at leika dystir í Asia.