Seinastu tíðuna hava menn fra asfaltliðnum hjá býráðnum í Havn stríðst við at leggja asfalt á felagsøkið hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Hetta er liður í avtalu sum bleiv gjørd tá Tórshavnar Kommuna fekk loyvið at brúka felagshúsið til barnagarð afturi í 1998.
Sambært avtaluni skuldi kommunan leiga húsið fyri ein góðan prís fyrstu árini, afturfyri at leggja asfalt á felagsøkið. Fyrstu parturin, rundan um felagshúsið, bleiv gjørdur beinanvegin, men síðani bleiv bíðað nógv ár. Ikki fyrr enn í 2011 bleiv økið fram við gomlu fjósunum og framman fyri reiðhøllina asfaltera. So var aftur ein steðgur, men nú er so seinasta økið liðugtgjørt, tað er økið millum tey nýggu fjósini. Fleiri orsøkir eru, til at arbeiði hevur bíðað so leingi. Millum annað segði avtalan, at Føroya Ríðingarfelag sjálvt skuldi planera og klárgera økið til asfaltering.
- At so atkomuvegurin til felagsøkið eisini bleiv asfalteraður, nú tá asfaltliðið var á leiðini má metast sum eitt risa framstig og verandi til stóra gleði fyri øll sum ferðast á leiðini, bæði limir í Føroya Ríðingarfelag, Føroyskum Íslandsrossafelag og ikki at gloyma foreldur og starvsfólk í Spíranum, frítíðaskúlin ið nú heldur til í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag, sigur Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingafelag.