Ásbjørn Jacobsen úr Leirvík er settur í starv sum skrivari hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Hetta er eitt parttíðarstarv, og Ásbjørn byrjar hin 1. oktober 2013.
- Ásbjørn hevur drúgvar royndir innan kristiligt arbeiði, og hann hevur eitt nú verið ráðgevi hjá KFUM-skótunum, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.
Føroyska Bíbliufelagið varð stovnað í Havn hin 11. oktober í 2012. Felagið arbeiðir við, at Bíblian eftir Dahl/ Viderø altíð er á føroyska bókamarknaðinum.
- Vit arbeiða eisini við, at felagið kann gerast fastur limur í Altjóða Bíbliufelagnum, United Bible Societies.
Føroyska Bíbliufelagið sigur, at tey á hvørjum ári fara at geva út nýggja bíbliulesiætlan, sum verður send kirkjum og samkomum og øðrum áhugaðum.