Arvafíggindin skal fáa toyggið

Í HB kvíga teir ikki fyri, at sorlið á Eiði fer at síggjast aftur móti KÍ, og í Klaksvík ætla teir at halda seg til góðu gongdina í Gundadali


Endiliga fer HB at fáa vitjan av 102 ára gamla javnaldranum og arvafíggindanum KÍ.
Tvær ferðir fyrr í ár hevur HB vitjað í Klaksvík. Báðu ferðirnar hevur tað verið tætt og intenst. Fyrru ferðina javnaði KÍ til 2-2 í yvirtíðini, og seinnu ferðina megnaði HB at koma afturíaftur og at javna til 3-3, eftir at klaksvíkingar høvdu verið frammanfyri 3-1, inntil tað restaði eitt korter.
                      Einasta venjingin hjá HB millum eyðmýkingina í steypakappingini á Eiði mikukvøldið og uppgerðina móti arvafíggindanum sunnudagin verður í kvøld.
                      - Vit kvíga ikki fyri at spæla móti KÍ. Einasta tapið, síðani vit fyrr í summar taptu stórt fyri B36, var nú mikukvøldið. So eg ivist ikki í, at vit fara at reisa okkum, er metingin hjá Jákupi á Borg.
                      Mikukvøldið var HB í 1. hálvleiki í 4-4-2 útgávu, meðan teir í 2. hálvleiki vóru í 4-3-3 útgávu við Jákupi á Borg í fremstu røð.
                      - Tað tykist liggja best fyri hjá okkum, tá ið vit leypa á frammarlaga á vøllinum. Tað gangi eg bara út frá, at vit fara at gera á heimavølli móti KÍ, sigur Jákup á Borg.
                      Allir HB spælararnir eru tøkir. Vagnur Mohr Mortensen hevði verið leikbannaður tvær ferðir, og eftir góða úrslitið í Gøtu byrjaði hann á beinkinum á Eiði. Eingin ivi er um, at Vagnur verður millum teir fyrstu ellivu sunnudagin. Tað kann væl hugsast, at hann verður í miðverjuni. Mikukvøldið vísti, at tað vóru nógv hol, sum skulu tettast í HB verjuni.
 
Tveir ivasamir
Í Klaksvík er fótbóltslagið hampuligt, eftir at tað sunnudagin eydnaðist at vinna triðja heimadystin í ár. Men avrikið var ikki meiri enn passaligt, inntil ÍF hevði mist ein mann, men liðavrikið var á ongan hátt sannførandi.
                      Í Gundadali trívast klaksvíkingar ofta væl. Síðsta dømið um hetta var 5-1 sigurin í landskappingardystinum móti B36.
                      - Motivatiónin er altíð í toppi móti HB, og teir báðir dystirnir í Klaksvík fyrr í summar vóru báðir rættuliga undirhaldandi, staðfestir miðvallarin Símun Joensen.
                      Símun hevur ikki vant í hesi vikuni orsaka av skaða í baklærinum. Hann skuldi royna at venja í kvøld. Harley Bertholdsen fór út í 1. hálvleiki móti ÍF orsaka av vøddaskaða. Harley royndi at renna hóskvøldið. Fyrr í dag var ikki greitt, um hann verður tøkur sunnudagin. Marek Wierzbicki var leikbannaður móti ÍF. Hann er tøkur aftur.