Hetta var heitið á sera áhugaverdum fyrilestrum, sum Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship - ársins leiðari 2014, Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore - ársins virki 2014 og Bogi Simonsen, sølustjóri North Pelagic høvdu í Skúlanum við Ósánna í fríggjakvøldið.
Tey greiddu frá virki sínum og undir hvørjum treytum, virkað verður. Bogi Simonsen greidd frá marknaðartreytum til m.a. Kina, ES og Russland. Undarligt at hoyra at marknaðurin til Russland var fallandi í nøgd, men skyldast hetta eina mest ófriðin og serliga at russiska gjaldoyrað er munandi fallið í mun til dollaran, sum handlað verður í.
Bogi greidd gjølla frá nøgdum og teimum mongu londunum, selt verður til og undir hvørjum treytum, har rættiliga nógv ymiskt hevði ávirkan í mun til hvønn selt varð til.
Skipafelagið, sum upprunaliga varð stovnað í 1919, verður keyp av Eimskip í 2004, í 2005 keypa teir “Hera Thomsen” og í 2006 Farmaleiðir. Felagið ber í dag navnið Faroe Ship.
Faroe Ship hevur eina stóra og væl skipaða flutningsskipan bæði á sjógvi og á landi í dag. Í 2014 var samlaða nøgdin av vørum, sum vóru fluttar úr Føroyum 350.000 tons, har størstu nøgdirnar fóru til Russlands, 17 %, Danmark 14 %, Niðurlond 13 % og Nigeria 12 %. Eisini verður flutt til fleiri onnur lond. Av hesum nøgdum er pelagisk vøra meir enn helvtin og 17 % frystur fiskur.
Av hesum nøgdum er pelagisk vøra meir enn helvtin og 17 % frystur fiskur.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skanski Offshore greiddi hugtakandi frá drúgvu byrjanini við at fáa til vega ansingarskip til oljuvinnuna. Reiðaríið bílegði sítt fyrsta skip á heysti 2006. Fyrsta skipið varð leverað í 2009, og í dag eigur og rekur reiðaríið 5 skip, sum tilsamans hava eitt virði á 1,5 mia.
Í felagnum eru nú 135 starvsfólk og verður arbeitt víða. Prísfallið í oljuni hevur ikki havt ávirkan á felagið, sum hevur fleiri langtíðarsáttmálar.
Málið er at veita hægstu og bestu trygd og dygd og at kenna viðskiftafólkini væl og tørv teirra.
Ávegis hevur reiðaríið verið gjøgnum sveiggjandi marknaðir, altjóða fíggjarkreppu, umframt yvirliva fíggjarstovnar og skipsasmiðjur, sum eru farin av knóranum.
Jens Meinhard Rasmussen nevndi fyritøkuna í Klaksvík, KBI, ið teir hava gott samstarv við, sum eina sera profesionella og álítandi fyritøku.
Sí video frá fundinum her:
http://www.nordlysid.fo/video+vit+sum+selja+makrel+mugu+duga+sera+vael+at+flyta+okkum.html









